Skriva út
Lagt út: 14.09.2019

Fokus á gransking í nýggja samgonguskjalinum

Leygardagin 14. september skrivaðu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin undir nýtt samgonguskjal. Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum varð valdur til løgmann, meðan Jenis av Rana úr Miðflokkinum varð tilnevndur nýggjur landsstýrismaður í  menta- og uttanríkismálum. Hann kemur harvið eisini at hava ábyrgd av granskingarmálum.

Í samgonguskjalinum verður ymiskt skrivað um gransking. Hesi brot eru tikin fram niðanfyri saman við yvirskriftini tey standa undir.

Fiskivinnumál
“Gransking og menning innan veiðu og matvøruframleiðslu eru avgerandi fyri kappingarførið hjá føroysku fiskivinnuni og fyri at skapa mest møguligan virðisvøkstur. “

Útbúgvingarmál

“Gransking hevur stóran týdning í einum framkomnum samfelag, og samgongan vil raðfesta granskingarætlanir, sum kunnu menna og skapa eitt fjølbroyttari vinnulív, herundir eisini gransking innan biotøkni og kunningartøkni.

ES-granskingarsamstarvið verður eftirmett.

Vinnumál

“Dentur verður lagdur á vinnuligar útbúgvingar og vinnugransking.”

Gransking er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum. Hon hevur týdning fyri, hvussu vit liva okkara lív, og hvussu vit skipa okkara samfelag. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit hava vinnurelateraða gransking.

Føroyar eru matvøruútflytari, og tí er tað sjálvsagt, at granskað verður í matvøruídnaði, havumhvørvi og innan onnur viðkomandi øki. Granskað eigur eisini at verða í árinunum, sum vinnan hevur á umhvørvið á okkara firðum.

Virkað verður fyri at bjóða Føroyar fram sum eitt stað fyri altjóða gransking innan havfrøði.

Dentur verður lagdur á at útbúgva fólk til ta vaksandi matstovuvinnuna í Føroyum. Eisini skal menning av matstovuvinnuni vera partur av gransking innan matvøruframleiðslu.

Settur verður á stovn ein vinnu- og granskingargrunnur at stimbra føroyska íverksetan og føroyskt vinnulív”

Alt samgonguskjalið kann lesast her

Á myndini frá vinstru: Bill Justinussen, tingmaður, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í menta- og uttanríkismálum. (c) Miðflokkurin