Skriva út
Lagt út: 27.08.2008

Føroyskur ungdómur í andgletti í Torture

Í nýggjastu útgávuni av Torture er grein eftir Ask Elklit og Tóru Petersen. Evnið í greinini er kanningar av Post Traumatic Stress Disorder, PTSD, hjá ungdómi. Í greinini verða kanningarúrslit úr Danmark, Íslandi, Føroyum og Letlandi samanborin.

Ungdómar í teimum 4 londunum eru kannaðir fyri at vita, hvørjar stressfaktorar teir hava verið úti fyri, t.d. ferðsluóhapp, kropsligan ágang, hjúnarskilnað, sjálvmorðsroynd og álvarsliga happing. Eitt av greiðu úrslitunum í kanningini er, at føroyskur ungdómur er meira útsettur enn hini í kanningini fyri álvarsligum hóttanum sum kynsligari misnýtslu, kropsligum og sálarligum harðskapi, neyðtøku, niðurgerð og umsorganarsvíki.

Úrslitini í greinini vóru løgd fram á vísindaligari ráðstevnu í Istanbul í desember 2007. Les alla greinina á heimasíðuni hjá IRCT: Exposure to traumatic events among adolescents in four nations

Torture - Journal on Rehabilitation of Torture Victims and Prevention of Torture - er altjóða vísindalig tíðarrit, sum International Rehabilitation Council for Torture Victims - IRCT - gevur út,

Úrslit av kanningum hjá Tóru Petersen og Ask Elklit hava eisini verið framløgd í Føroyum á heysti 2007 og á ráðstevnu í Amsterdam á várí 2008. Les meira

Meira um Tóru Petersen í Heilagrunninum.