Skriva út
Lagt út: 11.04.2011

Føroyskur ILA virus í altjóða vísindatíðarrit

Debes Christiansen, granskari og deildarleiðari á Heilsufrøðiligu starvstovuni hevur givið út grein um ILA virus í tíðarritinum Journal of General Virology. Greinin við heitinum: "A low-pathogenic variant of infectious salmon anemia virus (ISAV-HPR0) is highly prevalent and causes a non-clinical transient infection in farmed Atlantic salmon (Salmo salar L.) in the Faroe Islands", er gjørd í samstarvi við Peter Østergaard, fiskadjóralækna, og granskarar í Norra og Skotlandi. Hon byggir á kanningar av næstan 35.000 laksum, sum fiskasjúkudeildin á Heilsufrøðiligu starvstovuni hevur gjørt í tíðarskeiðinum 2005 til 2009. 

ì greinini verður víst, at stórt sæð allur aldur laksur í Føroyum verður smittaður við ILA virus, meðan hann gongur á sjónum. Men ILA smittan er ikki varandi, ei heldur sjúkuelvandi. Tveir til fýra mánaðir eftir at laksurin er vorðin smittaður, sær hann út til at vera sloppin av við smittuna. Týdningarmest staðfestir greinin, at sjálvt um allur laksur verður smittaður við ILA virus, so gerst hann ikki sjúkur á sama hátt sum fyri skjótt 10 árum síðani, har stórt sæð øll tann føroyska alivinnan fór í skeljasor orsaka av ILA sjúkuni.

Í greinini vísa ílegu (genetiskar) kanningar, at vit hava ein serføroyskan ILA virus. Munur er á ílegunum á tí sjúkuelvandi ILA virus, sum var orsøkin til ILA útbrotini í Føroyum, samanborið við tann ikki sjúkuelvandi ILA virus, vit í dag finna í føroysku alivinnuni. Úrslitini týða á, at tann ikki sjúkuelvandi ILA virus er upprunin til sjúkuelvandi ILA virus. Tilvildarlig frábregði (mutatiónir) broyta tann ikki sjúkuelvandi til ein sjúkuelvandi virus, sum undir røttum umstøðum viðførur ILA sjúku. Hvørjar hesar røttu umstøður eru, kenna vit ikki, men strongd og aðrar sjúkur hava víst seg at hava ein týðandi leiklut.

ILA virus hoyrir til familjuna beinkrímvirus (influenzavirus). Í greinini verður eisini víst, at smittumynstrið hjá tí ikki sjúkuelvandi ILA virus minnir sera nógv um smittumynstrið hjá tí ikki sjúkuelvandi beinkrímvirus í vaðfugli.

Eingi ILA útbrot hava verið í Føroyum síðan 2005, sjálvt um alivinnan seinastu árini er vaksin skjótt og vit finna stórar nøgdir av ILA virus. Hetta kemst fyrst og fremst av, at alivinnan saman við myndugleikanum hevur sett í verk nýggjar og strangar lógir og kunngerðir, soleiðis at vit higartil hava havt eina lívfrøðiliga burðardygga alivinnu. Ein onnur orsøk kann vera, at vit síðan 2005 hava koppsett allan laks móti ILA.

Samstundis mugu vit vísa á, at í kanningartíðini hevur tann árliga framleiðslan av laksi verið lutfalsliga lítil. Í dag er framleiðslan líka stór sum í ringastu ILA tíðum. Framtíðin fer at vísa, um tær bygnaðarbroytingar og smittufyribyrgjandi tiltøk, sum seinastu árini eru sett í verk, eru nóg mikið at fyribyrgja sjúku í eini alivinnu, sum framvegis veksur við stórari ferð.

Les alla greinina her

Kontaktupplýsingar til Debes H. Christiansen í Heilagrunninum.