Føroyskir granskarar kunnu søkja um luttøku í nýggjum COST átøkum
Føroyskir granskarar og nýskaparar kunnu nú søkja um luttøku í 70 nýggjum netverkum hjá evropeiska samstarvsfelagsskapinum COST (European Cooperation in Science and Technology).
COST hevur sum endamál at styrkja evropeiskar granskingar- og nýskapanarførleikar við at savna granskarar og nýskaparar tvørturum fak- og landamørk til at kanna ávís evnir. Føroyar hava støðu sum COST Neighbour Country, og føroyskir granskarar og nýskaparar kunnu søkja um luttøku í COST netverkum á jøvnum føti við aðrar granskarar og nýskaparar í Evropa.
COST fíggjar ikki gransking, men stuðul verður millum annað latin til luttøku í skeiðum og verkstovum og atgongd til granskingarinfrakervi.
Tey 70 nýggju COST netverkini fevna millum annað um.:
- Maga- og tarmkrabba
- Fræbúning fyri at gera grøði meira harðføra
- Vísindadiplomati
- Varðveiting av mentanararvi
- Umskapan av matburturkasti til burðardyggar trevjur.
Fult yvirlit yvir nýggju COST netverkini fyri granskarar og nýskapanarar sæst her.
Les meira um nýggju COST átøkini her.
Allir granskarar, sum eru atknýttir føroyskum granskingarstovni, kunnu søkja um at sleppa at gerast limir í viðkomandi COST netverki, bæði tey nýggju, sum nú fara í gongd, og tey netverkini, sum longu eru i gongd. Eisini ber til at søkja um at sleppa við til okkurt av tiltøkunum hjá ymsu netverkunum.
Granskingarráðið er umboð fyri COST í Føroyum. Spurningar um luttøku í COST átøkum kunnu sendast til maria@gransking.fo.