Skriva út
Lagt út: 17.02.2015

Føroyskar fyritøkur kunnu søkja stuðul til vinnu ph.d.ætlanir

Framyvir kunnu føroyskar fyritøkur í samstarvi við granskingarstovnar søkja um stuðul úr danska Innovationsfonden til vinnuligar ph.d.-verkætlanir. Hetta kunngjørdi Vinnumálaráðið 16. februar.

Skipanin við vinnu-ph.d. fremur samstarv millum fyritøkur og granskingarstovnar við at fíggja vinnuligar ph.d.-verkætlanir. Tann ph.d.-lesandi er í starvi hjá bæði fyritøku og granskingarstovni ella universiteti, ið fáa stuðul til arbeiðsløn og undirvísingarkostnað.

“Tað er gleðiligt, at vit nú endiliga hava fingið atgongd til vinnu-ph.d. skipanina hjá Innovationsfonden”, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

“Vit hava leingi verið í eini tilgongd at fáa føroyskar fyritøkur fevndar av skipanini, og hetta er eisini eitt av tilmælunum í Heildarætlanini fyri Fólkaflyting og Fólkavøkstur.

“Málrættað vinnulig gransking økir um vitanargrundarlagið og førleikarnar í føroyskari vinnu, styrkir útbúgvingarumhvørvið, og mennir førleikar til nýskapan og íverksetan í Føroyum”, sigur Johan Dahl.

Komandi trý árini eru settar av 1,7 mió. kr. árliga til føroyskar og grønlendskar fyritøkur at søkja. Í 2015 eru umsóknarfreistirnar tann 5. mai og tann 8. september.

Nærri kunning um vinnu-ph.d. skipanina hjá Innovationsfonden, herundir umsóknartreytir o.a., eru at finna her

Meiri kunning um Innovationsfonden at finna á heimasíðuni www.innovationsfonden.dk


Hvat er ein vinnu ph.d.verkætlan
Ph.d. er stytting fyri philosophiae doctor (tað er doktari í filosofi). Hetta er vanliga ein 3 ára granskaraútbúgving, sum í dag er kravd fyri at kunna fáa starv sum granskari á universitetum og granskingarstovnum. Eisini fleiri virkir, serliga tey sum arbeiða við menning av nýggjum vørum og tænastum, seta fólk við ph.d.-útbúgving í starv.

Ph.d.lesandi verða vanliga innskrivað á eitt universitet og arbeiða so á universitetinum, á einum sektorgranskingarstovni ella á einum privatum virki við einin ávísari verkætlan og við vegleiðing frá fleiri fakfólkum.
.
Í fleiri londum finnast serligar skipanir fyri vinnu-ph.d., sum skipa samstarvið um ph.d. útbúgvingina millum einstaka virki, universitetið og tann ph.d.lesandi.

Les meira um ph.d. útbúgving og finn góð ráð til, hvussu farast kann undir eina ph.d.verkætlan her