Skriva út
Lagt út: 27.03.2020

Føroysk grein vald út til at hátíðarhalda altjóða tíðarrit

First language er altjóða tíðarrit ið gevur út vísindaligar greinir um gransking innan máltøku hjá børnum. Tíðarritið hevur í ár verið virkið í 40 ár. At hátíðarhalda hetta, hava tey gjørt eina serútgávu av tíðarritinum, har tey hava valt út eina grein fyri hvørt árið seinastu 40 árini. Greinin ”Faroese children’s early vocabulary acquisition: A Faroese adaptation of the MacArthur–Bates Communicative Development Inventories” sum Sissal M. Rasmussen skrivaði saman við Dorthe Bleses í 2018, er vald sum greinin fyri 2018.

40 ára tíðarritið kann frítt lesast her, tí í samband við hátíðarhaldið er talgilda atgongdin til serútgávuna og føroysku greinina ókeypis í 2020.

Greinin er í partinum, sum eitur ”Under-studied languages”  og á blogginum dregur ritstjórin fram føroysku granskingina sum áhugaverd granskingarúrslit.

Greinin er partur av ph.d.-verkætlanini hjá Sissal M. Rasmussen, sum er stuðlað av Granskingarráðnum. Ph.d.-verjan skuldi verða 24. apríl, men er fyribils útsett til í juni orsakað av Korona-farsóttini.