Skriva út
Lagt út: 04.03.2022

Føroyingar við tarmbrunasjúku mangla týðandi bakteriu

Føroyskir granskarar hava staðfest, at lutfalsliga nógv fólk við tarmbrunasjúku mangla eina bakteriu, ið kallast Akkarmansia. Hendan bakterian er sera týðandi fyri viðlíkahald av sunnum og mótstøðuførum tarmum, men hjá lutfalsliga stórum parti av føroyingum við tarmbrunasjúku er hendan bakterian ikki at finna.

Úrslit frá eini granskingarverkætlan í Føroyum um tarmbruna, ið á enskum kallast Inflammatory Bowel Disease, eru givin út í vísindaliga tíðarritinum Inflammatory Bowel Diseases, sum er eitt viðurkent amerikanskt tíðarrit hjá American Crohns and Colitis Foundation.

Greinin kallast: Similar Gut Bacterial Composition Between Patients With Ulcerative Colitis and Healthy Controls in a High Incidence Population: A Cross-sectional Study of the Faroe Islands IBD Cohort. Hon kann frítt lesast her  

Gransking hevur seinastu árini staðfest, at mikrobiomið í tarminum hevur alstóra ávirkan á okkara heilsustøðu. Tað verður tí mett at vera av stórum týdningi, at vit nú hava fingið kunnleika til, hvussu mikrobiomið hjá føroyingum er samansett.

Føroyska IBD-granskingarverkætlanin er eitt samstarv ímillum granskarar á Fróðskaparsetrinum, Landssjúkrahúsinum, Fargen og Ílegusavninum. Føroyar hava heimsins hægsta títtleika av tarmbrunasjúklingum, og granskingartoymið hevur sett sær fyri at kanna, hví tað er so.

Orsøkin til høga títtleikan er ókend, men greitt er, at talan er um eitt samspæl millum eitt nú arv, immunverju, tarmbakteriur og umhvørvi. Granskingarverkætlanin, sum skuldi kanna hetta samspælið og greina, hví so nógv fólk í Føroyum fáa tarmbrunasjúkur, byrjaði í 2019. Verkætlanin er skipað soleiðis, at kanningarúrslit hjá einum sjúkubólki verða samanborin við kanningarúrslit hjá einum samanberingarbólki. 54 tarmbruna-sjúklingar eru við í sjúkubólkinum, og um 160 FarGen-luttakarar hava játtað at vera við í samanberingarbólkinum.

Ein partur av verkætlanini snýr seg um at samanbera lutfallið av tarmbakteriubólkum, eisini rópt mikrobiomið, hjá hesum báðum bólkunum fyri at vita, um henda vitan m.a. kann avdúka, um hesi viðurskifti hava ávirkan á høga sjúkutíttleikan í Føroyum.

Marjun á Fríðriksmørk Berbisá varð tilknýtt verkætlanararbeiðið í sambandi við kandidatútbúgving frá Aarhus Universitet, við Amandu Vang sum verkætlanarvegleiðara frá Fróðskaparsetrinum. Hon hevur gjørt alt kanningararbeiðið í starvstovunum hjá iNOVA í Tórshavn.

Luttakararnir umboðaðu øll økini í landinum, eitt breitt aldursbýti, javnt kynsbýti, javnt býti av nýggjum og gomlum Ulcerative Colitis (UC)-sjúklingum osfr. Hetta tryggjar dygdargóð úrslit, ið kunnu sammetast við tey hjá líknandi verkætlanum aðrastaðni í heiminum.

Altjóða gransking hevur staðfest, at mikrobiomið í tarminum hevur alstóra ávirkan á okkara heilsustøðu. Samstørv ímillum fleiri viðurkendar granskingarstovnar hava ferð eftir ferð víst, at tarmbrunasjúklingar missa fjølbroytni í mikrobiominum sammet við frísk. Hetta var tí eisini tann niðurstøðan, ið føroysku granskararnir væntaðu. Men úrslitið av teirra kanningum er øðrvísi. Tað halda granskararnir vera sera  forvitnisligt og stimbrandi fyri áhugan fyri áhaldandi gransking á økinum.

Føroyska granskaratoymið hevur staðfest, at mikrobiomið hjá frískum føroyingum ikki er øðrvísi enn tað hjá føroyingum við UC - hvørki viðvíkjandi fjølbroytni ella nøgd av smáverum. Men tá hugt verður  nágreiniliga eftir flokkingareindunum, eru møguligar indikator-smáverur at finna, ið eru hækkandi ella lækkandi hjá UC-sjúklingum sammett við frísk. Ein tílík indikator-smávera er Akkarmansia, ið er ein bakteria í flokkingareindini Verrucomicrobia. Hendan bakterian, ið hevur sera stóran týdning fyri at viðlíkahalda sunnar og mótstøðuførar tarmar, ikki er at finna hjá 42% av UC-sjúklingum og 23% av frísku luttakarunum.

Føroyska granskingarverkætlanin er tann fyrsta, ið nágreiniliga hevur hugt at lutfallinum av tarmbakteriubólkum hjá tarmbruna-sjúklingum sammett við frískar føroyingar. Hon hevur gjørt, at vit hava fingu ein tvørskurð av føroyska mikrobiominum.

Granskararnir vísa á, at nágreinilig gransking krevst fyri at staðfesta, um møguligu indikator-smáverurnar kunnu nýtast sum amboð fyri sjúkugreining ella persónligari sjúkuviðgerð í framtíðini. Um fígging fæst til vega, er ætlanin at halda fram við hesum arbeiði, har hugt verður at mikrobiominum hjá føroyingum við tarmbrunasjúku, áðrenn tey byrja uppá heilivágsviðgerð sammett við tríggjar og seks mánaðir eftir, at viðgerðin er byrjað.

Arbeiðið er fíggjað av Granskingarráðnum umvegis Granskingargrunnin og Sjúkrakassagrunnin, umframt av Novo Nordisk Fonden.

Granskingartoymið í verkætlanini frá vinstru á myndini omanfyri:
Jóngerð Midjord MSc, Master í heilsuvísindum og sjúkrarøktarfrøðingur við serkunnleika í gastroenterologi
Kári Rubek Nielsen MD, serlækni innan gastroenterologi og yvirlækni á medisinsku deild
Amanda Vang ph.d., verkætlanarábyrgdari við serkunnleika innan immunologi og mýliskari lívfrøði
Marjun á Fríðirksmørk Berbisá cand.scient., við serkunnleika í mýliskari lívfrøði og  smáverulívfrøði
Noomi Gregersen ph.d., verkætlanarleiðari fyri FarGen
Turið Hammer ph.d., serkunnleika innan fólkaheilsuvísindi og IBD í Føroyum

Vantar á myndini: Johan Burisch MD, ph.d. serlækni innan gastroenterologi og verkætlanarábyrgdari við serkunnleika innan IBD