Skriva út
Lagt út: 14.02.2023

Føroyar við í felags átaki um burðardyggan bláan búskap

Undir heitinum “Vegurin fram: ein blómandi burðardyggur bláur búskapur framtíðini at frama” hevur stórt samfíggjað evropeiskt partalag júst latið upp stuðulsskipan um burðardygd í bláa búskapinum.

Tað er fyrstu ferð, at Føroyar eru í partalagi við samfígging til verkætlanir undir Horizon Europe. Føroyar eru eitt av 23 londum, sum komandi árini fer at arbeiða málrættað við útboðum til gransking, menning og nýskapan, sum føroyskir stovnar og fyritøkur kunnu luttaka í.

Samlaða fíggjarætlanin er 50 mió. evrur og Føroyar hava í fyrsta umfari bundið seg til at stuðla føroyskum luttakarum við upp til 135.000 evrur, svarandi til 1 mió. kr.

At talan er um samfígging merkir, at ES-nevndin kemur við parti av fíggingini og at londini í partalagnum fíggja restina. Føroyska upphæddin, sum er sett av til hesa stuðulsskipan, verður rindað beinleiðis til føroyskan stovn ella fyritøku, sum eydnast at fáa stuðul til verkætlan úr stuðulsskipanini.

Allar umsóknir skulu lúka vanligu krøvini til samstarvsverkætlan í Horizon Europe. Til dømis skulu í minsta lagi 3 lond luttaka og umsóknin skal taka støði í einum átaki, sum er nevnt í lýsingini.

Tó at stuðulsskipanin er partur av Horizon Europe, so eru nøkur krøv sett umsøkjarum úr Føroyum. Tí verður heitt á øll, sum luttaka í umsókn til partalagið um bláan búskap, um at seta seg í samband við Granskingarráðið, áðrenn umsóknin verður send inn.

Umsóknartilgongdin verður í tveimum. Fyrst verður ein styttri umsókn send inn í apríl, har greitt verður frá ætlanum og hvør skal luttaka í verkætlanini. Verður fyrsta umsóknin mett góð, verða luttakararnir bodnir at senda inn fullfíggjaða umsókn í september 2023. Eftir ætlan byrja stuðlaðar verkætlanir í 2024.

Fimm átaksøki

Partalagið hevur 5 átaksøki:

(1) Økisbundin umsiting av havinum
(2) Menning av frálandsundirstøðukervi til fjøltáttaða gagnnýtslu av havinum, ið stuðlar bláa búskapinum
(3) Blá føði og fóður, ið ikki ávirka veðurlag, eru tilfeingismild og umhvørvisliga burðardygg
(4) Grønt skifti í bláari matframleiðslu
(5) Royndarkoyringar við Talgildu Havtvíburunum (DTOs) í evropeiskum sjóøki og í Atlantshavi.

Hesi fimm øki eru raðfest við tí endamáli at fáa so stóra luttøku, sum gjørligt, samstundis sum blái búskapurin í Evropa verður styrktur gjøgnum nýskapan og hjúklað verður um mótstøðuførið í okkara havvistskipanum. Raðfestu økini leggja lunnar undir at umskapa vísindi til politikk viðvíkjandi eygleiðing, meting og tillaging av ávirkanum frá veðurlagsbroytingum á avgerandi vistfrøðilig virðir sum til dømis lívmargfeldi og aðrar vistfrøðiligar tænastur, sum búskapur okkara er treytaður av. Sostatt er talan eisini um at stuðla strandalandssamfeløgum.

Verkætlanir skulu vera eitt árinslagað íkast til bláa búskaparskiftið fyri eini mótstøðuførari framtíð og útlátsfríum málum, við eini tilgongd, ið leggur dent á árinsleiðir (impact pathway approach).

Verkætlanir skulu leggjast til rættis á evropeiskum stigi og í ymsu evropeisku sjóøkjunum: í Miðjarðarhavi, Svartahavi, Eystursjónum, Norðsjónum og í Atlantshavi, og neyvt samstarv skal vera tvørtur um vísinda-, nýskapanar- og búskapargeiran. Væntað verður, at verkætlanirnar taka støði í fleiri evropeiskum sjóøkjum ella, sum minsta krav, at mett verður um verkætlanarárin á fleiri av sjóøkjunum.

Les meira á síðuni hjá Sustainable Blue Economy Partnerhip her

Umsóknarportalurin er her

Lýst verður eisini á Horizon Europe portalinum her

JPI Ocean hevur samskipandi leiklut. Les meira her