Føroyar og ES undirrita sáttmála um fjøltáttað samstarv
Tann 24. mai undirritaðu Føroyar og Evropasamveldið sáttmála, sum tryggjar, at føroyski atlimaskapurin í samstarvsætlanini fyri gransking og menning hjá ES, Horizon Europe, heldur áfram. Sáttmálin gevur somuleiðis Føroyum møguleika at gerast partur av teimum samstarvsætlanum hjá ES, ið loyva atlimaskap fyri lond uttanfyri ES.
Undirritanin fór fram í ES Ráðnum í Brússel. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, sum hesa vikuna er staddur í Ísrael á vinnuferð, og ES nevndarlimurin fyri gransking, útbúgving og mentan Mariya Gabriel luttóku talgilt.
Fyri Føroyar undirritaði sendikvinna Føroya til ES, Elin Mortensen, og fyri ES undirritaðu umboð fyri franska formansskapin í ES Ráðnum, sendiharri, Fabrice Dubreuil og varaaðalstjóri fyri aðalráðið fyri gransking og nýmenning, Joanna Drake.
Landsstýrismaðurin segði:
“Føroya Landsstýri hevur sum mál at menna eitt enn sterkari og virknari samstarv við Evropasamveldið. Granskingar- og menningarsamstarvið er ein av høvuðstættunum í samstarvinum millum Føroyar og ES, og hevur verið í støðugari menning síðani 2010, tá Føroyar á fyrsta sinni fingu atlimaskap. Eg havi stak góðar vónir fyri einum enn virknari samstarvi innan gransking og menning við ES. Næsta stig verður at arbeiða fyri atlimaskapi í samstarvsætlanunum fyri ávikavist útbúgving og mentan”.
ES nevndarlimurin segði:
“Í ár eru 12 ár liðin við ein sera væleydnaðum samstarvi innan gransking og menning ímillum Føroyar og ES. Tað hevur verið ein ótrúlig ferð við hugtakandi úrslitum og nógvum góðum søgum á vegnum. Ein røð av evropeiskum verkætlanum hava havt virkna luttøkum av føroyskum granskarum og stovnum innan øki sum umhvørvi og havgransking. Eg ynski øllum føroyskum luttakarum bestu eydnu í luttøkuni í Horizon Europe.”
Meira kann lesast um Horizon Europe samstarvsskránna á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, sí her.
Tíðindaskrivið hjá ES um undirritanina sæst her.
Røðan hjá landsstýrismannin kann síggjast her.
Kelda: ummr.fo