Skriva út
Lagt út: 06.06.2014

Føroyar og ES samd um granskingarsamstarv

Føroyar og ES nevndin eru komin ásamt um eitt uppskot til nýggja avtalu um luttøku Føroya í granskingarskránni hjá ES, Horizon 2020, frá 2014 til 2020. Uppskotið til nýggja avtalu varð í dag, fríggjadagin 6. juni 2014, stavváttað á Sendistovu Føroya í Brússel.

Enn eru nøkur formlig viðurskifti at avgreiða, áðrenn avtalan kemur í gildi. Næsta stig er at avtalan skal formliga góðkennast av limalondunum í ES ráðnum, áðrenn hon verður undirritað av báðum pørtum á politiskum stig, sum væntandi verður tíðliga í heyst. Síðan skal avtalan verða formliga góðkend í ávikavist Løgtinginum og Evropatinginum.

Í avtaluni er tó ásett, at Føroyar fáa atlimaskap í granskingarskránni við afturvirkandi virknaði frá 1. januar 2014, og fer hetta at gerast formliga galdandi frá tí at avtalan verður undirskrivað. Hetta merkir, at føroyskir granskarar og fyritøkur longu í ár fáa luttikið í granskingarverkætlanum á jøvnum føti við granskarar og fyritøkur úr ES-limalondum, hóast formligu viðurskiftini ikki eru endaliga avgreidd.

Føroyar høvdu atlimaskap í undanfarnu granskingarskránni, FP7, og kunnu tí, hóast Føroyar formliga eru at rokna sum triðjaland í mun til ES, somuleiðis fáa atlimaskap í Horizon 2020.

Stutt um Horizon 2020

Horizon 2020 er nýggja granskingarskráin hjá Evropasamveldinum fyri árini 2014 – 2020, og fevnir um stuðul til gransking, menning av nýggjari tøkni og nýskapan. Stórur dentur verður lagdur á at menna samstarv millum granskarar og vinnulívsfólk. Brýr skulu byggjast millum gransking, nýskapan og framleiðslu. Málið er at skapa vøkstur og nýggj arbeiðspláss, umframt at loysa tær avbjóðingar, sum eru fyri framman.

Meira kunning um Horizon 2020 granskingarskránna finst á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum gransking.fo.

Mynd
Avtalan um luttøku Føroya í Horizon 2020 granskingarskránni varð stavváttað í dag. Vegna Føroya Landsstýri, Kate Sanderson, sendikvinna Føroya í Brússel og vegna ES nevndina Konstantinos Glinos úr DG Research and Innovation.
Á myndini frá vinstru: Olga Kopiczko, ráðgevi í ES nevndini (gransking og nýskapan),  Konstantinos Glinos, deildarstjóri í ES nevndini (gransking og nýskapan), Kate Sanderson, sendikvinna,  Marjun Lützen, skrivari og Rógvi Nybo, starvslesandi.