Føroyar kunnu gerast land við ongum útláti
Basaltið í Føroyum er sera væl egnað til at goyma CO2, vísa kanningar hjá Rakul Mariu Ingunardóttir Johannesen, sum í summar vardi sína ph.d. í Oslo.
- Vit kunnu saktans taka upp eftir okkum sjálvum og gerast eitt CO2-neutralt land, sigur Rakul Maria við støði í egnari gransking. Vitanin og royndirnar frá arbeiðinum hjá henni kunnu brúkast fleiri aðrastaðni í heiminum. Eisini kann føroyska basaltið á landi og sjógvi goyma væl størri mongdir av CO2 enn tað, vit framleiða.
Basaltið lætt atkomiligt
Rakul Maria hevur sum granskari á Jarðfeingi saman við øðrum í fleiri ár arbeitt við at kanna, um føroyska undirgrundin er egnað til at pumpa CO2 niður í og gerast ævig goymsla fyri gasslagið, sum eigur høvuðsábyrgd av veðurlagsbroytingunum.
- Tað sermerkta við Føroyum er, at basaltflágirnar eru á landi og so lætt atkomiligar, at her er bæði lættari og bíligari at bora hol til goymslur í undirgrundini enn aðrastaðni, sigur Rakul Maria. Hon greiðir frá, hvussu tey á Sandvíkarhjalla hava borað 520 metrar niður í undirgrundina, pumpað vatn í holið og síðani eygleitt, hvussu vatnið seyrar. Undan hesum er basaltið gjølla kannað og neyvt skrásett.
- Vit vistu, at basalt er egnað til goymslur av CO2, men gjøgnumstroymið er tó væl betri, enn vit høvdu væntað, sigur Rakul Maria. .
Brúka royndirnar frá oljuboring
Næsta stigið hjá Rakul Mariu verður at fara at gera enn eina boring, har vatnblandað CO2 í heilt smáum nøgdum verður sprænt niður í undirgrundina.
-So finna vit útav, hvussu langa tíð tað tekur, og hvussu nógv av koltvísúrevninum bindur seg í grótið, mineraliserast og verður til tinnurnar, sum vit síggja, greiðir hon frá.
Í oljuleiting við Føroyar hevur basaltið á havsins botni verið ein forðing, tí tað er so dýrt og avbjóðandi at bora ígjøgnum. Hóast basalt er tað mest vanliga grótið í heiminum, so er tað fáa staðni á landi so lætt atkomiligt sum her.
-Nú er basaltið blivið tað, sum vit hava, og sum hini ikki hava. Hetta kann blíva ein vinnuvegur, har vit skapa arbeiðspláss, sigur Rakul Maria, og vísir á, at nógv av tøknini er hin sama, sum brúkt verður í oljuleiting og framleiðslu.
Les alla greinina í Vísindavøkublaðnum um gransking av CO2 goymslum í basalti her.
