Føroyar, Grønland og stórveldini - frágreiðing frá Fróðskaparsetrinum
Áleikandi kreppan um ognarskapin av Grønlandi er eitt av evnunum, ið verða viðgjørd í nýggjari frágreiðing frá Fróðskaparsetrinum, sum verður løgd fram á almennum tiltaki á Søgu- og Samfelagsdeildini í Jónas Broncksgøtu í Havn fríggjadagin 24. apríl kl. 13.
Frágreiðingin hevur heitið "Between Washington and Copenhagen: Greenland, the Faroes, and the Future of the Danish Realm" og er stuðlað av granskingarskrá um gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantshavi, ið Granskingarráðið umsitur. Frágreiðingin er á enskum, men fer at verða umsett til føroyskt og grønlendskt.
Á tiltakinum fríggjadagin fer Heini í Skorini, lektari í altjóða politikki, at leggja fram aðaltættir úr frágreiðingini, sum er skrivað av granskarum í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Høvundarnir eru Niels Bjerre-Poulsen, professari í amerikonskum viðurskiftum á Syddansk Universitet, Sara Olsvig, ph.d. í arktiskum viðurskiftum á Ilisimatusarfik, Regin Winther Poulsen, granskingarhjálpari og journalistur, Ulrik Pram Gad, granskari á Dansk Institut for Internationale Studier, Heini í Skorini, lektari í altjóða politikki á Fróðskaparsetrinum, og Mekhala Kollslíð, masterlesandi á Fróðskaparsetrinum.
Eitt av endamálunum við frágreiðingini er at skilja bakgrundina fyri kreppuni millum USA, Danmark og Grønland um ognarskapin av Grønlandi. Eitt annað endamál er at skilja, hvussu øktir spenningar millum stórveldini ávirka smátjóðir í Norðuratlantshavi sum Føroyar og Grønland og sjálvstýrisgongdirnar í hesum londum.
Frágreiðingin inniheldur eisini nýggj tøl, sum vísa, at hernaðarliga ferðslan í føroyskum øki er økt munandi síðani russisku innrásina í Ukraina í 2022.
Á tiltakinum fríggjadagin fer Jens Christian Svabo Justinussen, lektari í stjórnmálafrøði, eisini at kunna um nýggjan vitanardepil á Fróðskaparsetri Føroya við heitinum “Depilin fyri altjóða viðurskifti”.
Lesið frágreiðingina her.
Mynd: Bjarni Rubeksen
