Skriva út
Lagt út: 07.11.2008

Føroyar á breddan í málførisgransking

(Mynd tikin úr Nordic research gems)

Málførisgransking (dialektgransking) í norðurlondum hevur verið umrødd tvær ferðir í seinastuni. Fróðskaparsetur Føroya er partur av norðurlendska granskingarkervinum.

Nordic research gems – norðurlendskir granskingar gimsteinar – er heitið á bóklingi, sum greiðir frá góðum søgum innan granskingina í norðurlondum. Felags fyri tær verkætlanirnar, ið ljós verður varpað á er, at teir eru partar av NORIA, the Nordic Research and Innovation Area, sum er partur av NordForsk.

Í bóklinginum (sum kann takast niður her) verður víst á fleiri ymiskar áhugaverdar søgur innan norðurlendska gransking. Eitt nú verður skrivað um ávirkanina av strongd á graviditet; um hvussu tøl tala; um hvussu miðlar broyta religión og eisini um granskingarsamstarv innan málførisgransking.

Málførisgranskingin við føroyskari luttøku verður eisini umrødd í nýggjasta blaðnum frá NordForsk, NordForsk-magasin (tak blaðið niður her).