Skriva út
Lagt út: 16.06.2009

Føroya Fornminnissavn: Ársfrágreiðing 2008


Føroya Fornminnissavn hevur júst útgivið snotiliga Ársfrágreiðing fyri 2008. Frágreiðingin lýsir fjøltáttaða og nógva virksemið á Føroya Fornminnissavni, sum er skipað í 3 deildir, har tann eina serliga tekur sær av savnindum, framsýningum og goymslum, og hinar av antikvariskum viðurskiftum innan ávikavist fornfrøði og bygningar.

Hvør av hesum táttum fáa rúm í ársfrágreiðingini, sum er sera snotiliga prýdd við forvitnisligum myndum og nógvum spennandi tilfari.

Í frágreiðingini kanst tú millum annað lesa um friðaðu bygningarnar hjá landinum, sum Føroya Fornminnissavn umsitur, greinir ið starvsfólkið hevur skrivað eins og hagtøl fyri vitjanir á teimum ymisku søvnunum.

Vitja heimasíðuna hjá Fornminnissavninum.