Skriva út
Lagt út: 31.07.2009

Fleiri nýggj útboð í FP7


Í gjár, 30. juli, vórðu 53 nýggj útboð innan FP7 almannakunngjørd. Í hesum tíðindabrævinum verður víst til nøkur av útboðunum innan serskránna Cooperation.

Evni 1. Heilsa
Innan heilsu eru tvær umsóknarfreistir. Umsóknir innan nøkur evni skulu metast í tveimum umførum (two stage evaluation procedure). Umsóknarfreist er 29.10.2009 kl. 17:00 (umsóknir, ið metast skulu í tveimum umførum) og 19.11.2009 kl. 17:00 (umsóknir ið metast skulu í einum umfari).

Arbeiðsætlanin fevnir um gransking innan hesi øki:
• Biotechnology, generic tools and medical technologies for human health
• Translating research for human health
• Optimising the delivery of health care to European citizens
• Other actions across the Health Theme
Samlaði metti fíggjarkarmurin fyri hetta útboðið er umleið 4 mia. DKK.
Sí arbeiðsætlan fyri evni 1 her og meira kunning um útboðið her.

Evni 2. Matvørur, landbúnaður, fiskivinna og bio-tøkni
Innan evnið Matvørur, landbúnaður, fiskivinna og biotøkni (KBBE, ið er stytting fyri Knowledge Based Bio Economy) er umsóknarfreistin 14.01.2010 kl. 17:00.

Evnini, ið stuðul verður veittur til, kunnu býtast í hesar yvirskriftir:
• Burðardygg framleiðsla og stýring av lívfrøðiligum tilfeingi frá landi, skógi og vatni.
• Matur, harímillum matur úr sjónum, heilsa og vælvera.
• Lív-vísindi, biotøkni og biokemi til frama fyri burðadyggum (ikki-mat) vørum og framleiðslu.

Avsettar eru € 190,1 mio. til verkætlanir í hesum útboðnum.
Sí arbeiðsætlan fyri evni 2 her og meira kunning um útboðið her.

Evni 3. ICT - Kunningar- og samskiftistøkni
Innan evnið ICT - Kunningar- og samskiftistøkni er umsóknarfreistin 26.10.2009 kl. 17:00.

Evnini, ið stuðul verður veittur til, kunnu býtast í hesar yvirskriftir:
• Pervasive and Trusted Network and Service Infrastructures
• Components, Systems, Engineering
• Digital Libraries and Content
• Future and Emerging Technologies

Avsettar eru € 732 mio. til verkætlanir í hesum úboðnum.
Sí arbeiðsætlan fyri evni 3 her og meira kunning um útboðið her.

Evni 5. Orka
Innan evnið Orka er umsóknarfreistin 04.03.2010 kl. 17:00

Evnini, ið stuðul verður veittur til, fevna um m.a. hesi øki:
• Renewable electricity generation
• Renewable fuel production
• Renewables for heating and cooling
• Smart energy networks
• Energy efficiency and savings

Avsettar eru € 126,5 mio. til verkætlanir í hesum úboðnum.
Sí arbeiðsætlan fyri evni 5 her og meira kunning um útboðið her.

Evni 6. Umhvørvi og veðurlagsbroytingar
Innan evnið Umhvørvi og veðurlagsbroytingar er umsóknarfreistin 05.01.2010 kl. 17:00.

Stuðul verður latin til verkætlanir innan hesi 4 høvuðsøki:
• Climate Change, Pollution and Risks
• Sustainable management of Resources
• Environmental Technologies
• Earth Observation and Assessment Tools for sustainable Development

Avsettar eru € 175 mio. til verkætlanir í hesum úboðnum
Sí arbeiðsætlan fyri evni 6 her og meira kunning um útboðið her.

Evni 7. Sosial- og búskaparvísindi og hugvísindi
Innan evnið Sosial- og búskaparvísindi og hugvísindi er umsóknarfreistin 02.02.2010 kl. 17:00.

Stuðul verður latin til verkætlanir innan hesi øki:
• Growth, employment and competitiveness in a knowledge society – the European case
• Combining economic, social and environmental objectives in a European perspective – Paths towards sustainable development
• Major trends in society and their implications
• Europe in the world
• The Citizen in the European Union

Avsettar eru umleið € 56 mio. til verkætlanir í hesum úboðnum
Sí arbeiðsætlan fyri evni 7 her og meira kunning um útboðið her.

Innan aðrar serskráir IDEAS, CAPACITIES og PEOPLE eru eisini fleiri nýggj útboð. Les meira um tey við at klikkja á slóðirnar og við at vitja gransking.fo.

Eftir summarsteðgin vitja NCP-umboðini á Granskingarráðnum á granskingarstovnum fyri at kunna um ymisku møguleikarnar. Eisini ber til at senda ein t-post ella at ringja.

Kristianna W. Poulsen: kristianna[kurla]gransking.fo Fartlf.: 567801
John D. Olsen: john[kurla]gransking.fo Fartlf.: 567802