Skriva út
Lagt út: 18.12.2008

Fleiri nýggj útboð

Tær seinastu vikurnar eru fleiri nýggj ERA-NET útboð almannakunngjørd á Cordis. Her er eitt yvirlit yvir nýggjastu útboðini býtt eftir serskráunum Cooperation og People:


Cooperation:
Coordinated ERA-NET Call 2009
Í hesum ERA-NET útboðnum eru evni innan:

  • Umhvørvi og veðurlagsbroytingar
  • Heilsa
  • Matvørur, landbúnaður, fiskivinna og bio-tøkni
  • Nano-vísindi og nano-tøkni, tilfar & nýggir framleiðsluhættir
  • Sosial- og búskaparvísindi og hugvísindi

Endamálið við ERA-NET skipanini er at menna og styrkja almennu granskingarskipanirnar í Europa.

People:
Marie Curie International Research Staff Exchange Scheme (IRSES)
Marie Curie Co-funding of Regional, National and International Programmes (COFUND)

Eitt yvirlit yvir øll opin útboð finnur tú her