Skriva út
Lagt út: 15.03.2010

Fleiri nýggj fiskasløg í Grønlandi


57 nýggj fiskasløg eru skrátt í Grønlandi síðani 1992, tá seinasta yvirlitið var gjørt. Nú eru í alt 269 fiskasløg í grønlendskum sjógvi. Í Føroyum er ein týðilig øking í talinum fiskasløgum sum eru fingin í yvirlitstrolingunum seinastu árini.

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum.

- Tann stóri spurningurin er, um nøkur av nýggju fiskasløgnum eru komin til Grønlands vegna veðurlagsbroytingar – t.v.s. vegna øktan hita í havinum. Vit halda, at mist fimm av nýggju fiskasløgnunum eru komin til Grønlands, tí hitin er øktur í havinum, sigur Peter Rask Møller, lektor við Statens Naturhistoriske Museum.

Nýggju tølini eru almannakunngjørd í tíðarritinum Zootaxa.

At nýggj fiskasløg koma til nýggj øki orsakað av øktum hita er ikki nakað nýtt. Sveiggini í grønlendska toskastovninum eru væl kend. Eitt nú í 1920-40, tá hitin í sjónum øktist vaks toskastovnurin nógv, og hinvegin minkaði nøgdin av toski, tá tað gjørdist kaldari.

Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni, sigur, at tey hava merkt eina øking í talinum á fiskasløgum í yvirlitstrolingunum hjá Magnusi Heinasyni frá miðskeiðis í 90'unum til í dag.

- Í 2003-2004 var hitin í sjónum rundan um Føroyar heitari enn vanligt. Tá sóu vit eisini nøkur nýggj fiskasløg um okkara leiðir. Eitt nú var Sjóprónur vanligur at síggja; men síðani hitin er minkaður, er hesin sjáldsami fiskur um okkara leiðir aftur horvin.

- Eitt fyribrigdi, sum vit hava lagt merki til er, at nøkur fiskasløg sum einans vóru á Føroya Banka nú eisini eru at síggja á landgrunninum. Eitt nú er mathøgguslokkur og kjaftsvarti kongafiskur millum tey fiskasløg, sum hava flutt seg frá bankanum inn á landgrunnin. Um vit hyggja eftir tølunum, so fingu vit ávikavist 19og 22 fiskasløg í vár og heyst yvirirlitstrolingunum í 1996. Í 2007 fingu vit 50 og 64 fiskasløg.

Petur Steingrund er samdur við donsku starvsfelagarnar um, at hitabroytingar í sjónum avgjørt hava ein leiklut í mun til hvørji fiskasløg fáast hvar. Men vísir á, at tað ikki er víst, at alheims veðurlagsbroytingarnar eru orsøkin til hesi sveiggj.

- Tað tykist at vera ein natúrlig 15 - 20 ára cyklus, ið elvir til hita øking og hita minking í høvunum rundanum okkum, so vit síggja nýggj fiskasløg til tíðir. Men vit hava ikki sæð eins nógv nýggj fiskasløg, sum fiskifrøðingarnir í Grønlandi í hesum sama tíðarskeiði, sigur fiskifrøðingurin á Havstovuni.

Mynd/Picture:(Grønlands Naturinstitut) Íslandshávur, ein av nýggju gestunum í Grønlandi.

Tak niður nýggja yvirlitið yvir skrásett fiskasløg í grønlendskum sjógvi (pdf).

Slóð til greinina í videnskab.dk

Slóð til Havstovuna