Skriva út
Lagt út: 13.03.2024

Fjórði hvør eldri føroyingur hevur ongar tenn

Fjórði hvør føroyingar millum 80 og 84 ár hevur ongar tenn, hesi hava tó øll protesu. Tað vísir ein kanning, sum Birita Ellefsen, tannlækni og granskari, hevur gjørt fyri Tannlækna­felagið.

Haraftrat vísir kanningin, at tey, ið hava fáar ella ongar tenn, ikki ganga regluliga til tannrøkt og at næstan helvtin av teimum, sum roykja, eru tannleys.

Úrslitini siga tó eisini, at samanborið við onnur lond rundan um okkum er tannheilsan hjá eldri í Føroyum sum heild góð.

Tannheilsukanningin fevnir um størstapartin av øllum fólkum í hesum aldri, sum búgva í Føroyum. Tilsamans 322 fólk hava luttikið í kanningini, sum er partur av eini størri kanning um heilsu og andsevnir hjá eldri føroyingum, ið er gjørd á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Kanningin vísir, at tannheilsan hjá teimum eldru í Suðurstreymoy er betri enn í restini av landinum. Bert 27% av teimum uttan tenn búgva í Suðurstreymoy, og tey sum hava tenn, hava í miðal fleiri tenn og færri hol í tonnunum.

Kvinnur hava í miðal færri frískar tenn enn menn og tey eldru, ið búgva einsamøll, hava eisini færri frískar tenn.

Tannheilsan hjá eldri fólkum er betrað munandi seinnu árini, og tey varðveita í dag í nógv størri mun tenninar. Tað hevur við sær, at reglulig tannrøkt er meira umráðandi nú. Við øktum aldri er vandin stórur fyri verri almennari heilsu og verri førleika, og tí er reglulig fyribyrging, viðgerð og eftirlit av tonnunum sera týdningarmikið, er ein av niðurstøðunum av kanningini hjá Tannlækna­felag­num.

Í frágreiðingini verður mælt til, at ein tannrøktarskipan fyri eldri verður gjørd, sum stuðlar eftir tørvi. Ein tílík skipan kann til dømis grundfestast í kommununum sum aðrar røktarskipanir. Eitt nú kann kommunala barnatannrøktin víðkast til eisini at taka hond um tey eldru, sum hava trupult við at nýta vanligu tannrøktarskipanina.

Sjúkrakassagrunnurin hevur stuðlað verkætlanini um tannheilsu hjá eldri føroyingum.

Les alla kanningina her.