Fjórði fundurin í felagsnevndini hjá ES og Føroyum um Horizon Europe
Hin 30. september 2026 varð fjórði fundurin í felagsnevndini millum ES og Føroyar um Horizon Europe hildin í Brússel. Fundurin varð leiddur í felag av Mina Stareva, varaleiðara fyri deildina “International cooperation – Europe and Americas” í DG Research and Innovation hjá ES nevndini, og Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Barna-, útbúgvingar-, granskingar- og mentamálaráðnum.
Fundurin var eitt gott høvi at meta um støðuna og væleydnaðu føroysku luttøkuna í seinna skeiðnum av Horizon Europe-skránni. Føroyar hava verið partur av ES-rammuskráunum síðan FP7 og hava støðugt styrkt sína luttøku gjøgnum árini, serliga í Súlu 2 (Pillar 2).
Atlimaskapurin í Horizon Europe
Við 26 játtanum og 35 luttøkum í Horizon Europe hava føroyskir luttakarar fingið samanlagt 8 milliónir evrur í stuðli. Flestu verkætlanirnar snúgva seg um at minka um og laga til veðurlagsbroytingar, umhvørvi, havtilfeingi, havgransking og gagnnýtslu av havinum, umframt arktiska gransking. Hetta staðfestir virðismiklu føroysku førleikarnar innan hesi øki.
Báðir partar kunnaðu eisini um gongdina við at seta í verk mál hjá European Research Area (ERA), um nýskapanarpolitikk, granskingarundirstøðukervi og arktisk viðurskifti. Eisini vórðu granskingartrygd og tilmælini frá Evroparáðnum um karmar fyri vísindadiplomati umrødd.
Onnur evni, ið vórðu umrødd
Fundurin var eisini eitt høvi at umrøða felags avbjóðingar t.d. fígging til íverksetarafyritøkur (startups) og vakstrarfyritøkur (scaleups), og um at byggja upp og skapa varandi møguleikar fyri evnaríkum starvsfólkum.
Føroyska sendinevndin kunnaði um menningina í Føroyum á granskingar- og nýskapanarøkinum. Hetta fevndi m.a. um átøk um javnstøðu millum kyn, gagnnýtslu av vitan (knowledge valorisation), vegleiðingar um granskingaretikk og opin vísindi. Føroyska umhvørvið er styrkt við altjóða stuðli, millum annað gjøgnum Horizon Europe.
Næsti fundurin í Horizon Europe felagsnevndini verður eftir ætlan hildin í Tórshavn í 2027.
Á myndini eru: Sverri Skaalum Joensen, Annika Sølvará, Mina Stareva, Lorna Schrefler, Anna Elisabeth Vidtfeldt og Hildur Háfoss.
