Skriva út
Lagt út: 15.03.2021

Fjølbroytt heilsugransking løgd fram

Fríggjadagin 12. mars skipaði Depilin fyri Heilsu- og almannagransking fyri kunning um aktuella gransking á heilsuøkinum. Á tiltakinum, sum var í Kongshøll, vóru gott 30 stuttar framløgur um alt frá krabba, hjartasjúkum, tarmbruna og barnsburðartunglyndi til keikt knø.

Tey, sum løgdu fram, starvast á Landssjúkrahúsinum, á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Ílegusavninum og á Fróðskaparsetrinum, og tey granska annaðhvørt fulla ella parttíð. Samstarvið millum hesar stovnar er skipað í Deplinum fyri Heilsu- og almannagransking.

Edvard Fuglø gjørt búmerki til Depilin

Maria Skaalum Petersen, leiðari fyri Depilin, avdúkaði nýggja búmerkið hjá Deplinum, sum Edward Fuglø hevur sniðgivið. Tað sæst ovast í hesi greinini.

Edward Fuglø greiddi frá búmerkinum, sum er fleirtýtt. Tað kann ímynda ein ravn, sum hugsavnar seg um ávíst evni, tað kann síggjast sum fleiri fláir og eisini sum ein boomerang, kastivápn, sum kemur aftur, um rætt er kastað.

Á heimasíðuna hjá Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking ber til at lesa meira um virksemi og atknýttu granskararnar  - sí her

Sjúkrakassagrunnurin hevur gjørt mun

Tað ber ikki til at granska uttan fígging. Tey fæstu starvsfólkini í heilsuverkinum hava møguleika at seta stórvegis starvstíð av til gransking. Tí mugu tey, sum ynskja at granska heilsustøðuna, oftast søkja stuðul til hetta. Her hevur fæið úr Sjúkrakassagrunninum verið ein sera týðandi partur í menningini á heilsuøkinum seinnu árini.

Av teimum virknu verkætlanunum, sum vóru á skránni fríggjadagin, hava Sjúkrakassagrunnurin og Granskingargrunnurin latið stuðul til fleiri enn 20.

Sjúkrakassagrunnurin hevur eisini stuðlað arbeiðinum hjá Deplinum beinleiðis og hevur harvið lagt lunnar undir góða samstarvið, sum er ment seinastu 6 árini.

Maria Skaalum Petersen kunngjørdi í vælkomurøðuni, at Depilin nýliga hevur fingið prinsipiella játtan frá Sjúkrakassagrunninum til at fara undir at stovnsseta eina nýggja kohortu til enn fleiri verkætlanir.

Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, kunnaði um, at fæið í Sjúkrakassagrunninum nú er uppi. Farið er undir at eftirmeta royndirnar og nyttuna av skipanini. Granskingarráðið fer í hesum sambandi at venda sær til allar stuðulsmóttakarar, feløg, stovnar og umboð fyri Sjúkrakassagrunnin. Meira verður at frætta um hetta seinni.