Skriva út
Lagt út: 19.08.2015

Fjøltáttað og umfatandi Vísindavøka 2015

Vit gleða okkum at bjóða fólki til Vísindavøkuna 2015, sum verður enn meira fjøltáttað og fer at røkka longri um landið enn áður. Í ár verða tiltøk alla vikuna frá 21. til og við 25. september, har fríggjadagurin er sjálv Vísindavøkan við tiltøkum í iNOVA á Hoyvíksvegi 51 í Havn frá kl. 8 á morgni til seint á kvøldi.

Tað eru Granskingarráðið og allir granskingarstovnarnir, sum í felag skipa fyri ein røð av tiltøkum fyri at kunna um og samskifta um aktuella gransking og hvat hon verður brúkt til. Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.

Vísindavøkan á ferð kring alt landið
Eitt nýtt tiltak í ár er, at Vísindavøkan fer á ferð kring alt landið. Tað hevur verið eitt ynski í fleiri ár og nú verður tað. Í døgunum 21. til og við 24. september fara fleiri granskarar at halda fyrilestur ymsa staðni í landinum . Síðani í juli hava feløg, stovnar, virkir og onnur kunna bílagt ein granskara at koma út at halda fyrilestur. Higartil eru gott 30 fyrilestrar umbidnir, teir vera í øllum førum í Klaksvík, Fuglafirði, Runavík, Oyrabakka, Kollafirði, Tórshavn, Sandi, Hvalba, Tvøroyri og Vági. Teir vera á bókasøvnum skúlum, arbeiðsplássum og aðra staðni. Enn ber til at bíleggja ein fyrilestur, freistin er 3. september. Sí yvirlit her

Framløgur, framsýningar og samvirkin tiltøk
Sjálv Vísindavøkan verður í granskarasetrinum iNOVA á Hoyvíksvegi 51 í Havn. Latið verður upp kl. 8 og heilt frá morgunstundini vera nógv spennandi tiltøk til allar sansir.

Granskingarstovnarnir fara at hava framsýningar og ymisk samvirkin tiltøk á básunum, har tey vitjandi sleppa at síggja, nerta við, spyrja og hoyra um gransking. Tað verða eisini ein røð av stuttum framløgum, sum serliga eru ætlaðar miðnámsskúlanæmingum, men onnur áhugað eru eisini vælkomin . Skráin við boðum um tilmelding verður kunngjørd í næstum.

Eitt av serligu tiltøkunum í ár verður, at Magni Mohr granskari fer at vísa ymsar kropsligar testir við nýggjum tólunum, sum eru í iNOVA.

Kvøldseta
Um kvøldið verður kvøldseta til gamans og álvara og við onkrum góðum til góman.
Ætlanin er at hava styttri framløgur og kjak um aktuelt evni, helst við einum skálkabrosi. Eitt "fótbóltskór" fer at syngja nakrar sangir og miðlaheiðurslønin verður handað. Í hesum sambandi heita vit á fólk um at senda okkum uppskot til, hvør skal fáa heiðurslønina í ár. Freistin at senda uppskot er 9. september. Les meira her.

Vísindavøkublað kemur í hvørt hús
Aftur í ár fara vit at senda eitt Vísindavøkublað í hvørt hús við greinum um aktuella gransking, um tiltøkini á Vísindavøkuni og við samlaðu skránni fyri Vísindavøkuna á ferð og dagin í iNOVA. Eisini verður stutt lýsing av øllum stovnunum, sum eru við til at skipa fyri og skapa Vísindavøkuna. Vísindavøkublaðið kemur út saman við Sosialinum mikudagin 16. september.