Fjølbroytt føroyskt íkast til Arctic Circle Assembly 2025
Farnu tríggjar dagarnar hava umboð fyri politisku skipanina, embætisverkið, almennar stovnar, privat virki og ymsar felagsskapir í Føroyum luttikið á árligu arktisku ráðstevnuni Arctic Circle Assembly í Reykjavík.
Ráðstevnan við fleiri enn 2.000 luttakarum er sett saman av eini ørgrynnu av tiltøkum. Har eru framløgur og kjak í felagshøllini, har serliga politikarar og aðrir leiðarar hava orðið. Tað eru sessiónir, har politikarar, granskarar, vinnulívsfólk, fakfólk og ymsir aðrir áhugapartar leggja fram og kjakast. Eisini eru ymsar framsýningar og netverkstiltøk. Síðst men ikki minst eru góðir møguleikar at halda ymsar fundir, meðan ráðstevnan er.
Politisku framløgurnar úr Føroyum hildu Aksel V. Johannesen, løgmaður, í høvuðssalinum, og Sirið Stenberg, uttanríkisráðharri, í tiltaki um at styrkja umgdómsluttøkuna í virkseminum hjá Arktiska Ráðnum.
Aðrir framløguhaldarar, panelluttakarar og orðstýrarar vóru Jóhanna á Bergi frá Atlantic Airways, Vilhjálmur Djurhuus Jacobsen frá Mest, Tór Marni Weihe, Firouz Gaini og Bergur Djurhuus Hansen, allir frá Fróðskaparsetrinum, Halla Nolsøe Poulsen og Ernst S. Olsen, bæði frá NORA, og Bárður Clementsen frá UArtic stýrinum.
NORA skipaði saman við øðrum fyri fýra sessiónum, og formansskapurin fyri Arktiska Ráðið, har Føroyar eru við, fyri einari.
Nógv fundarvirksemi á skránni
Nógvir fundir og tiltøk verða løgd saman við ella upp at Arctic Circle.
Umboðini hjá Granskingarráðnum vóru millum annað til stýrisfundir hjá NORDHORCS og NordForsk, og til kick-off fund í granskingarskránni um burðardygt Arktis, sum NordForsk, umsitur. Her vóru eisini umboð úr Føroyum, sum luttaka í stuðlaðum verkætlanum.
Umboð fyri Fróðskaparsetrið hittust saman við hinum fyriskiparunum av stóru UArctic ráðstevnuni, sum verður í Føroyum í mai komandi ár.
Tordis Tróndarson í snarrøðufinalu
Eitt afturvendandi tiltak er My Northern project, ein snarrøðukapping fyri ph.d. og masterlesandi, sum Institut nordique du Québec og the University of the Arctic (UArctic) skipa fyri.
Endamálið er at varpa ljós á almenna kunning av gransking og at styrkja sambondini millum felagsskapirnar báðar.
Níggju kandidatar høvdu gjøgnum undanumfør vunnið sær pláss í finaluni. Millum hesi var Tordis Tróndarson, ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum, sum helt sera góða røðu um sína verkætlan við enska heitinum: The APN FO Project – Advancing Healthcare in the Faroe Islands: An Action Research-Based PhD Project.
Vinnararnir av kappingini vórðu Michaël Thibault frá National Institute of Scientific Research (INRS), Canada og Caroline Elisabeth Haas frá University of St Andrews & University of Iceland
Les meira um luttakararnar her
BYRTA birti lív í endamóttøkuna
Ráðstevnan endaði við móttøku, sum formansskapurin fyri Arktiska ráðið var vertur fyri. Sirið Stenberg, uttanríkisráðharri fyri Føroyar, bjóðaði vælkomin. Grønlendski tónleikabólkurin Andachan X Ivaana framførdi nøkur løg og síðani framførdi bólkurin Byrta við Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen fleiri løg. Tey fingu veruliga lív í fjøldina og spældu fleiri eykaløg. Føroyskur matur og drekka varð eisini á skránni.
Dygg umboðan og styrkt sambond
Samanumtikið var umboðanin úr Føroyum góð, og setti sín dám á skránna hjá Arctic Circle Assembly. Ongin ivi er um, at hetta er eitt sera viðkomandi tiltak fyri føroyskar myndugleikar, stovnar og fyritøkur at taka lut í, tá talan er um at sýna fram okkara tilknýti til og relevans fyri arktiskar spurningar, umframt at tað er eitt gott høvi at hitta áhugapartar og styrkja netverk og sambond.
Mynd: (c) UArctic.org. Á myndini eru tey, sum hildur snarrøður í UArctic kappingini. Tordis Tróndarson stendur uttast til høgru.