Skriva út
Lagt út: 05.03.2010

Fiti


Verður ein tjúkkur av at drekka alkohol? Eru tað ílegurnar, sum er orsøkin til, at vit gerast feit? Hvat við klænkikurum – muna teir, ella skulu onnur ting til fyri halda seg klænan?

Um allan heimin eru vísindafólk, sum arbeiða hart við at finna útav, hví so nógv fólk í dag gerast ov feit.

Danski vísindaportalurin www.videnskab.dk hevur gjørt eina serliga tema síðu við hesum evninum. Hugt verður at fleiri ymiskum viðurskiftum, sum eru tengd at hesum fyribrigdi. Eitt nú verður hugt nærri eftir evnunum undir hesum yvirskriftum: feitur matur økir um matarlystin; vraka BMI; so nógv kostar títt feitt; feitt og sukur; heilin og fiti og tjúkk børn – fyri at nevna nøkur dømi.

Les meir um tey ymisku evnini á tema síðuni hjá videnskab.dk her

Í Føroyum hevur evnið eisini stóran áhuga. M.a. sæst hetta aftur í stóra áhuganum í heilsurenningum og øðrum heilsufremjandi tiltøkum, sum hava verið kring landið seinastu árini.

Á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum kanst tú lesa um fólkaheilsu.

Kelda: videnskab.dk