Skriva út
Lagt út: 04.09.2009

Fiskivinnuroyndir lýsir eftir umsóknum


Fiskivinnuroyndir lýsir í hesum døgum eftir umsóknum til verkætlanir innan fiskuvinnuøkið. Umsóknarfreistin er 15. oktober 2009 kl. 12:00

Stevnan fyri fiskivinnuroyndir í árunum 2009-2012 er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðadyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.

Fiskivinnuroyndir arbeiðir við trimum yvirskipaðum raðfestum økjum í hesum tíðarskeiðinum:

• Burðadyggur fiskiskapur
• Royndarveiða og virðisøking av fiski
• Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni

Í ár verður dentur lagdur á at fáa verkætlanir, sum hava orkusparing við sær.

Les meir á www.fvg.fo

Sjálv lýsingin eftir verkætlanum sæst her