Skriva út
Lagt út: 17.09.2007

Fiskivinnuroyndir 2008

Fiskivinnuroyndir lýsir í hesum døgum eftir umsóknum til granskingar- og menningarverkætlanir. Umsóknarfreistin er mánadagin 15. oktober 2007, kl. 12:00.

Verkætlanir innan fylgjandi høvuðsøki hava fyrimun:

  • Fiskiskapur við ábyrgd
  • Royndarveiða, framleiðsla og søla
  • Virðisøking av fiski
  • Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni
  • Heilsa, trygd og umhvørvi

Innanfyri høvuðsøkini verður aftur í ár lagdur dentur á at fáaverkætlanir, sum kunnu:

  • Lýsa og loysa praktiskar trupulleikar at fáa alla veiðu til høldar (fisk, livur, rogn innvølir vm.).

Serligur dentur verður lagdur á, at

  • vinnan tekur lut í verkætlanini
  • eginfígging ella onnur fígging er verulig
  • samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum og/ella uttanlands.

Meira kunning á www.fvg.fo ella við at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara, á tlf.: 35 30 30 / 35 32 48 / 55 32 48. Eisini ber til at senda samskiparanum ein teldupost: jakupmo[kurla]fisk.fo