Skriva út
Lagt út: 03.02.2009

Finn samstarvsfelagar og fá meira at vita um ES-verkætlanir

Í døgunum 7. og 8. mai 2009 verður ein stór stevna um ES-fíggjaðar verkætlanir fyri granskingarstovnar og smærri og miðalstórar fyritøkur. Stevnan er eisini eitt gott høvi at finna netverk til komandi verkætlanir. Stevnan hevur heitið Research Connection 2009 og verður hildin í Prag í Kekkia.

Kekkia hevur formansskapin í ES fyrsta hálvárið av 2009. Ætlanin við stevnuni er at byggja brýr, bæði millum granskarar og vinnulívsfólk, eins og millum lond.

Sum luttakari fært tú innlit í FP7 og í annað mangt. Tú fært praktiskar upplýsingar um tær stuðulsskipanirnar í ES, sum eru mest viðkomandi fyri gransking og menning í smærri og miðalstórum fyritøkum.

Luttakaragjaldið er 50 evrur, sum er fyri atgongd og máltíðir. Tey luttakandi rinda sjálvi fyri ferðina til stevnuna.

Sí meira um stevnuna her.