Skriva út
Lagt út: 02.01.2017

Fimtan nýggir ph.d.-arar í 2016

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava fimtan føroyingar ella fólk, sum búgva og arbeiða í Føroyum, lokið ph.d.-prógv í 2016. Hetta er okkum kunnugt met. Tríggjar av hesum verkætlanunum eru partvís fíggjaðar úr Granskingargrunninum. Harafturat hevur ein lokið ph.d.-prógv við ritgerð um grindadráp í Føroyum.

21. desember 2015 vardi Jens Dam Ziska DPhil ritgerð sína í heimspeki við University of Oxford í Onglandi. Ritgerðin kallast “Belief, Rationality, and Truth.” Lutvíst stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her

26. januar vardi David Arge Klevang Pedersen ph.d.-ritgerð sína á National Space Institute á DTU Space. Ritgerðin kallast “High Accuracy Tracking of Space Borne Non-Cooperative Targets.” Les meira her

19. februar vardi Hans Andrias Sølvará ph.d. við Fróðskaparsetur Føroya. Ph.d. arbeiðið fevnir um bøkurnar "Frá sjálvstýri móti loysing" sum kom út í desember 2014 og "The Rise of Faroese Separatism", sum kom út 19. februar. Les meira her 

22. februar vardi Katrin Eivindardóttir Danielsen ph.d.-ritgerð við University College London í Onglandi. Ritgerðin kallast: “Cell cycle heterogeneity as a regulator of neuroepithelial bending during neural tube closure”. Les meira her

3. mars vardi Anna Sofía Veyhe ph.d.-ritgerð sína við Institutt for samfunnsmedisin, Universitetet i Tromsø, Norra. Ritgerðin kallast: “The Northern Norway Mother-and-Child Contaminant Cohort study (MISA): Population Characteristics, Dietary Intake and Predictors of Organochlorine Contaminants in Meconium and Maternal Serum, and of Essential and Toxic Elements in Mothers' Whole Blood” Les meira her

18. mars vardi Sjúrður Hammer ph.d.-ritgerð sína við University of Glasgow. Verkætlanin kallast: “Feeding ecology and pollutant exposure of the great skua Stercorarius skua in the Faroe Islands.” Lutvíst stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her 

4. apríl vardi Annika Helgadóttir Davidsen ph.d.-ritgerð sína við Psykologisk Institut á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast: “Group psychotherapy for eating disorders: A randomized clinical trial and a pre-treatment moderator and mediation analysis”. Les meira haer

25. mai vardi Bjarki Ditlev Djurhuus ph.d.-ritgerð sína við Klinisk Institut á Syddansk Universitet, Danmark. kallast: “Cholesteatoma in children - Occurrence and risk factors.” Les meira her 

13. mai vardi Meiken Hansen ph.d.-ritgerð sína á DTU MAN, Management Engineering – Technology and Innovation Management division, á DTU, Danmark. Ritgerðin kallast: ”Smart grid development and households in experimental projects”. Les meira her

30. mai vardi Henning Thomsen ph.d.-ritgerð sína á Institut for Elektroniske Systemer á Aalborg Universitet, Danmark. Ritgerðin kallast: ”Wireless Transmission Methods for Ultra-dense Cellular Networks and Machine-type Communications”. Les meira her

8. september vardi Gro Gade Haanes ph.d.-ritgerð sína á Universitetinum í Oslo. Ritgerðin kallast: "Hørsel, syn, og lysforhold hos eldre pasienter i hjemmesykepleien". Les meira hgroer 

9. september vardi Karin Jóhanna L. Knudsen ph.d.-ritgerð sína við Søgu- og Samfelagsdeildina á Fróðskaparsetri Føroya og Roskilde Universitet. Ritgerðin kallast: "Fending for yourself, Women’s migration between the Faroe Islands and Denmark." Les meira her

16. september 2016 vardi Ragnheiður Bogadóttir ph.d.-ritgerð sína á deildini fyri Human Geography og Human Ecology við Lunds Universite, Svøríki. Ritgerðin kallast “Time-space Appropriation in the Inka Empire: A Study of Imperial Metabolism”. Les meira her 

2. desember vardi Heini Winthereig Rasmussen ph.d.-ritgerð sína á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Ritgerðin kallast: “Flow Through and Around a Group of Fish Farming Cages”. Hann hevur arbeitt við verkætlanini á Fiskaaling. Lutvíst stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her

9. desember vardi Elin Djurhuus Samuelsen ph.d.-ritgerð sína á Institut for Plante- og Miljøvidenskab á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast: "Bioaugmentation of flow-through sand filters. A study of cell surface properties, adóhesion and catabolic gene expression dynamics during phenoxy acid herbicide degradation." Les meira her 

9. desember vardi Benedict E. Singleton ph.d.-ritgerð sína á Örebro Universitet í Svøríki. Ritgerðin kallast: “From the sea to the land beyond. Exploring plural perspectives on whaling.” Les meira her

Ph.d. lesandi, ph.d.arar og doktarar skrásettir í Heilagrunninum
Til ber at finna upplýsingar um allar ph.d. lesandi, ph.d.arar, doktarar og aðrar føroyskar granskarar, sum vit vita um, við at fara í Heilagrunnin. Her eru gott 360 fólk skrásett í løtuni. Av hesum eru næstan 60 skrásett sum ph.d. lesandi, góður helmingurin av teimum arbeiðir burturav ella fyri stóran part í Føroyum.

Vit hava eisini ein afturlatnan bólk á Facebook, sum kallast Føroysk ph.d.lesandi, har til ber at kunna og samskifta um viðkomandi viðurskifti, eitt nú stuðulsfreistir, skeið, ráðstevnur, ph.d.verjur og útgávur. Til ber at biðja um limaskap her

Saknast onkur ph.d.lesandi, ph.d.ari ella annar í Heilagrunninum ella í yvirlitinum omanfyri, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo