Skriva út
Lagt út: 17.04.2015

Fimm minuttir um Horizon 2020

Hvat er Horizon 2020? Hvussu virkar Participant Portal?

Fá innlit í hesa risa stuðulsskipan hjá ES við at hyggja eftir stuttfilmum. Danska EuroCenter, sum hýsir donsku NCP-tænastuni hevur gjørt nakrir stuttfilmar, sum geva innlit og íblástur, um tú hugsar um at søkja um stuðul úr Horizon 2020.

Nýggjasti kunningarfilmurin gevur grundleggjandi vitan um Horizon 2020, um krøv, sum verða sett til eina verkætlan, og um úrslit, sum kunnu spyrjast burturúr gransking og nýskapan við stuðli úr Horizon 2020.

Fimm minuttir um Horizon 2020 sæst her

Vitja heimasíðuna hjá danska uddannelses- og forskningsministeriet her