Skriva út
Lagt út: 29.04.2008

Fíggjarlógarviðgerðin boðar frá góðum

Fyrsta dagin av fíggjarlógarviðgerðini hava løgtings- og landsstýrisfólkini ferð eftir ferð harmast um, at gransking ikki er raðfest so høgt í 2008, sum tey kundu ynskt.

-"Men gransking verður raðfest munandi hægri á fíggjarlógini fyri 2009",  lovaðu løgmaður, mentamálaráðharrin og onnur úr samgonguni. Hetta boðar frá góðum, og vit síggja avgjørt fram til hetta, tí vit eru púra samd við samgonguni, sum í samgonguskjalinum sigur at: "Gransking er fyritreytin fyri bæði búskaparvøkstri og samfelagsmenning sum heild."

Nógv sjónarmið vóru førd fram, sum Granskingarráðið tekur fult undir við. M.a. vísti Andrias Petersen, løgtingslimur, á, at tað er neyðugt at økja játtanina stigvíst. Hetta er eitt sjónarmið, sum vit í Granskingarráðnum hava víst á fleiri ferðir. Tí sóu vit eisini fegin, at játtanin til Granskingargrunnin varð økt nakað longu í 2008, t.d. við teimum 2 mió. kr. sum vóru í uppskoti seinasta heyst, og síðani hækkað aftur í 2009.

Annika Olsen, løgtingslimur, vísti á, at tað er neyðugt við eini eginfígging til ES-granskingarsamstarvið, sum vit ynskja at taka lut í. Her hevur Granskingarráðið skotið upp - umframt at seta pening av til nationala partin av granskingarverkætlanunum - at ein lítil játtan, t.d. 300 tkr., varð sett av til at rinda fyri ferðing og samskifti hjá granskarum í sambandi við arbeiði at søkja stuðul úr ES-granskingargrunnunum. Slíkt arbeiði er tíðarkrevjandi og ikki kann roknast við, at granskingarstovnarnir hava tøkar pengar til hetta.  Hetta eru pengar, "gluemoney", sum uppá seg kunnu gera sera góðan mun í royndunum at fáa atgongd til tær áhugaverdu verkætlanirnar í ES-skráunum.

Granskingarráðið hevur farna summar lagt fram hagtøl um føroyska gransking, menning og nýskapan. Her sást, at almenna fíggingin til gransking í 2003 var 0,63 % av BTÚ.  Málið hjá sitandi samgongu  er, at samlaða fíggingin til gransking skal røkka Barcelona málinum uppá 3%, har tað almenna skal fíggja í minsta lagi 1%. Vit vóna, at lyftini í Løgtinginum í dag fara at halda, so ítøkilig stig verða tikin til at uppraðfesta gransking í seinasta lagi í 2009.