Skriva út
Lagt út: 05.03.2009

Fíggjarkreppan basast við íløgum í gransking, menning og nýskapan

Á Globaliseringsforuminum í Íslandi 26. og 27. februar 2009 vóru fíggjarkreppan og veðurlagsbroytingar ovast á breddanum. Skráin varð kring evnið: Finanskrisen. Stop eller startskud for progressiv klimapolitik.

Ein av stóru spurningunum, sum var til viðgerðar, var, hvussu veðurlagsavbjóðingarnar kunnu lyftast og loysast við umfatandi nýskapan og samskipaðum tiltøkum, samstundis sum heimsbúskapurin allur er undir øgiligum trýsti.

Úr trimum arbeiðsbólkum komu luttakararnir við hugskotum og ítøkiligum tilmælum til politisku leiðararnar um, hvussu vit í Norðurlondum eiga at gera munandi íløgur í at menna vitan, skipanir og tøkni m.a. til orkusparing og minking av co2 útlátið, samstundis sum nógv nýggj arbeiðspláss verða skapt.

Norðurlond eru frammaliga á fleiri økjum og við at samstarva, ikki minst millum granskingar- og menningarumhvørvi og vinnu, eiga vit at kunna gera verulig frambrot á umhvørvisøkinum. Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, loftaði hesum tilmælinum og mælti til, at Norðurlond framyvir verða grøni dalurin í Europa. Hann skeyt upp, at vit bjóða okkum fram sum testmarknaður fyri umhvørvisvinarliga loysnir innan flutningsøkið. Øll tilmælini frá fundinum verða viðgjørd í norðurlendskum høpi í næstum.

Reyði tráðurin á foruminum og vyirhørur tykist vera, at tað skal hugsast nýtt í hesum døgum. Vit mugu skapa aðrar og nýggjar vørur og vinnur og hetta krevur íløgur og umleggingar. Víst var t.d. á í fyrilestri frá ráðgevingarfyritøkuni SRI International, at stórfyritøkur sum eitt nú Juniper Networks, skerja allar rakstrarútreiðslur inn á bein, men satsa munandi uppá gransking, menning og nýskapan.  Microsoft og aðrar kt-fyritøkur gera eisini stórar íløgur, samstundis sum alt virksemið annars verður trimmað, stendur at lesa í Computerworld.

Føroysku umboðini á Globaliseringsforuminum vóru Kaj Leo Johannesen, løgmaður, Niels á Velbastað og Petur Petersen av Løgmansskrivstovuni, Gunvør Balle, sendikvinna í Íslandi, og Annika Sølvará, stjóri fyri Granskingarráðnum.