Skriva út
Lagt út: 16.05.2008

Fígging og fíggjarstýring í FP7

Nú hevur tú møguleika at fáa innlit í fíggjarstýring í sambandi við ES-fíggjaðar granskingarverkætlanir. 17. juni 2008 klokkan 9 til 16 heldur EuroCenter skeið í fígging og fíggjarstýring av verkætlanum í 7. rammuskránni hjá ES. Sama skeið verður endurtikið 8. oktober.

 

Skeiðið er fyri:

tey, ið hava ætlanir um at luttaka í 7. rammuskránni hjá ES (FP7)

tey, ið longu hava royndir frá ES-fíggjaðum granskingarsamstarvi

 

Skeiðið fevnir um:

  • hvussu ES fíggjar tey ymsu sløgini av verkætlanum
  • framferðarhátt ísv. útrokningar, loyvdar útreiðslur
  • hvussu ein fíggjarætlan skal byggjast upp, og hvussu fíggjarfrágreiðingar til ES kommisjónina skulu gerast
  • Eisini verður komið inn á hesar spurningar: Hvussu tú roknar overhead? Hvussu leggur tú fíggjarætlan? Hvussu gert tú frágreiðing um kostnað? Hvussu verður peningurin goldin í FP7?

 

Skeiðið verður hildið í Eigtveds Pakhus – lokale IV

Asiatisk Plads 2 G

1448 København K

 

Luttakaragjaldið er 3.000 kr.

 

Melda teg til umvegis t-post á: tilmelding-ec@fi.

 

Les meira um skeiðið her.