Skriva út
Lagt út: 26.03.2010

Ferðslutrygd og tónleikur


Tónleikur umvegis fartelefonir og mp3 spælarar fylla oyruni hjá nógvum í dag – eisini oyruni hjá bilistum og øðrum sum ferðast í ferðsluni. Ein miðvís kanning gevur ábendingar um, at nýtsla av slíkari útgerð ávirkar evnini at vera í ferðsluni.

Belgiska instituttið fyri ferðslutrygd hevur gjørt fyrsta miðvísa yvirlitið yvir, hvussu nýtsla av mp3 spælarum og aðrari útgerð, sum spælir tónleik við oyramikrofonum, ávirkar koyringina og hvussu lógarverkið er í ymiskum londum hesum viðvíkjandi.

Í yvirlitinum verður víst á, at nýtsla av slíkari útgerð ávirkar evnini at koyra og harvið á ferðslutrygdina á tvinnar hættir:

  • Lutvíst vegna hugspjaðing (distraktión)

  • Lutvíst við at tað er truplari at hoyra ljóð frá bilinum og vegnum, meðan koyrt verður.


Tað kemur ikki óvart á, at størsti vandi er á ferð, tá nýggjur sangur skal finnast og brúkarin hevur mp3 avspælaran í hondini.

Í teimum 14 londunum, sum eru við í kanningini, hava tey flestu eina almenna lóg um hesi viðurskifti, sum eisini kann fevna um nýtslu av undirhaldsútgerð við oyramikrofonum. Fimm lond hava nágreiniligt lógarverk viðv. nýtslu av mp3 spælarum og líknandi útgerð eins og brúk av oyramikrofonum.

Kelda: videnskab.dk