Skriva út
Lagt út: 15.08.2018

Ferðastuðul til Arctic Circle í Reykjavík

Danska ‘Styrelsen for Forskning og Uddannelse’ lýsir eftir umsóknum um ferðastuðul frá donskum, grønlendskum og føroyskum granskaralesandi, sum ynskja at luttaka í Arctic Circle-ráðstevnuni, sum verður í Reykjavík í døgunum 19. til 21. oktober 2018.

Umsøkjari skal vera knýttur at universiteti í Danmark, Grønlandi ella Føroyum. Tey, sum fáa stuðul, skulu luttaka við framløgu um altjóða samstarv við støði í egnari gransking.

Freistin at søkja er mánadagin 3. september 2018.

Les meira um Arctic Circle og ferðastuðulin her