Skriva út
Lagt út: 21.04.2010

Felags kunningarfundur um stuðulsmøguleikar


Hvussu er leiðin frá hugskoti til pengar, um tú kundi hugsað tær at fingið stuðul til gransking menning og nýskapan?

21. mai skipar Granskingarráðið fyri fundi um stuðul til gransking, menning og nýskapan í Føroyum. Umboð fyri stovnarnar og grunnarnar, sum umsita stuðulsjáttanir, koma at fortelja um ymsu møguleikarnar at søkja stuðul. Luttakararnir eru Vinnuframagrunnurin, Fiskivinnugransking, Innlendismálaráðið, NORANPP og Granskingarráðið.

Á skránni eru fyrst stuttar framløgu um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja, hvørji krøv eru til umsóknirnar, umsóknarfreistir og mannagongdir annars. Síðani verður ein kaffisteðgur, har áhoyrararnir hava høvi at seta ymsu stovnunum og grunnum ítøkiligari spurningar. Hetta verður skipað við borðum, har fleiri umboð eru tøk og kunningartilfar fæst. Aftaná verður ein fyrilestur um stuðul til gransking, menning og nýskapan.

Fundurin verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 21. mai frá kl 13 til 16. Tiltakið er alment og ókeypis. Fyrri parturin er serliga ætlaður teimum, sum umhugsa at søkja stuðul, og granskingar- og stovnsleiðarum. Fyrilesturin er eisini ætlaður politisku skipanini, miðfyrisitingini og øðrum, sum seta karmarnar fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum.

Neyvari kunning um skránna og fyrilestrarhaldaran kemur seinni.