Skriva út
Lagt út: 06.08.2018

Fatanin hjá sjómonnum av trygd á sjónum kannað og lýst

Hvussu er fatanin av trygdini umborð á fiskiskipum og hvat skal til fyri at bøta um trygdina? Tørvurin á batum er eyðsýndur, tí samanborið við aðrar vinnur, so eru skaðatilburðirnir enn nógvir á sjónum.

Annbjørg á Høvdanum hevur saman við øðrum granskarum skrivað grein um evnið í tíðarritinum Marine Policy. Greinin kallast “What works? Results of a Nordic survey on fishers' perceptions of safety measures” og kann lesast her

Hagtøl vísa, at talið á skaðatilburðum í fiskivinnuni á sjónum hevur verið støðugt ella fallandi í norðurlondum seinastu árini. Hóast hetta, so er vitanin um, “hvat virkar” í mun til at fyribyrgja óhappum í hesi vinnuni avmarkað.

Í greinini verður fatanin hjá fiskimonnum av trygdartiltøkum kannað og lýst. Ein kanning varð gjørd í Noregi, Finnlandi, Føroyum, Danmark og Íslandi, har fiskimenn mettu um týdningin á ymsum trygdartiltøkum. Svarini frá 47 fiskimonnum frá ymsum sløgum av skipabólkum eru greinað og samanborin. Teir flestu, sum svaraðu, vóru skiparar við í minsta lagi 10 ára royndum í fiskivinnuni.

Í samanberingini sóust nógvir líkleikar millum londini. Tað eru serliga trý viðurskifti, sum verða mett at hava týdning fyri trygdina: trygdarmentanin umborð, trygdarútgerð og snið og innrætting av skipinum. Ráð frá fakfeløgum og øðrum feløgum og vegleiðingar og kunning frá myndugleikum mettu fiskimenninir úr øllum londum at hava minni týdning.

Nyttan av trygdartiltøkum er tengd, at hvussu tey vera sett í verk, og tí hvussu fiskimenn fata hesi. Vitan um, hvat fiskimenn halda nytta er tí virðismikil í áhaldandi arbeiðinum at minka um vandarnar í fiskivinnuni á sjónum.

Kanningin bendir, á at vegleiðing og at taka fiskimenn við í menning og íverksetan av trygdartiltøkum er ein leið, sum kann viðmælast.

Annbjørg á Høvdanum er ph.d.-lesandi í løtuni. Hon arbeiðir á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og er innskrivað sum ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum. Ph.d.-verkætlan hennara er stuðlað úr Granskingargrunninum.

Arbeiðið við kanningini, sum greinin byggir á, varð gjørt áðrenn farið varð undir ph.d.-lestur. Tað varð gjørt í samstarvi við manningarfeløgini. Hetta arbeiðið varð stuðlað av Høvuðsøkið 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.

Tilvildarlig mund - kelda jn.fo