Skriva út
Lagt út: 15.10.2012

FarGen og EBI skipa fyri skeiði í bioinformatik

Sterki granskingarstovnurin European Bioinformatic Institute (EBI), sum er partur av Cambridge Genome Campus, heldur í døgunum 28 og 29 november í ár skeið í bioinformatik í samband við arbeiði við ílegum.

Skeiðið er partur av FarGen verkætlanini og liður í at førleikamenna fólk at arbeiða við ílegum.

Skeiðið verður í Veistluhøllini á Landssjúkrahúsinum.

Meira sæst um skeiðið her:
http://www.ebi.ac.uk/training/course/bioinformatics-roadshow-faroe-islands

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Boga Eliasen á tlf 304705 og tpost bogi@health.fo.

European Bioinformatic Institute, er ein akademiskur granskingarstovnur á Wellcome Trust Genome Campus í Cambridge. EBI er eisini partur av European Molecular Biology Laboratory (EMBL) og soleiðis ein av fimm ES elitugranskingarstovnum  á íleguøkinum.