Hoyr Felagið Fyri Hoyribrekað
Skriva út
Lagt út: 25.09.2020

Fara at kanna lívsumstøðurnar hjá fólki við niðursettari hoyrn

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til eina verkætlan hjá Hoyr – felagnum fyri hoyribrekað í Føroyum.

Verkætlanin kallast: ”Hvussu eru lívsumstøðurnar hjá fólki við niðursettari hoyrn í Føroyum 2020”. Majbritt Jacobsen er verkætlanarleiðari.

Stuðulin á kr. 250.596 er frá høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.

Hoyr sigur m.a. soleiðis um verkætlanina:

“Í Føroyum er avmarkað við vitan um fólk, ið hava hoyribrek. Eingin veit við vissu, hvussu nógv fólk í Føroyum hava niðursetta hoyrn, nýta hoyritól, hvussu lívsviðurskiftini eru og hvussu hetta ávirkar gerandisdagin hjá tí einstaka.

Við støði í endamálsorðingini hjá felagnum og kanning hjá SFI, vil Hoyr fara undir eina kvalitativa verkætlan, til tess at finna fram til viðkomandi vitan um lívsviðurskiftini hjá fólki við niðursettari hoyrn í Føroyum, og harfrá meta um tørvur er á, at hesi viðurskifti verða tillagað.

Við neyvari vitan um lívsumstøðurnar hjá fólki við niðursettari hoyrn, vil verkætlanin gera tað møguligt at skipa fyri frálæru til námsfrøðingar, lærarar, arbeiðspláss og starvsfelagar v.m., ið hava við fólk við niðursettari hoyrn at gera.

Vitanin skal nýtast til at kunna almenningin um lívsviðurskiftini hjá fólki við niðursettari hoyrn á arbeiðsmarknaðinum og á hendan hátt tryggja, at fólk við niðursettari hoyrn verða javnsett við hoyrandi á arbeiðsmarknaðinum.”


Yvirlit yvir allar játtaðar verkætlanir frá Høvuðsøki 1 sæst her 

Les meira um Sjúkrakassagrunnin her

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum