Skriva út
Lagt út: 23.05.2020

Fara at granska heilivágsnýtslu hjá teimum elstu borgarunum í Føroyum

Maria Skaalum Petersen, granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking, Fróðskaparsetur Føroya, hevur fingið játtað kr. 1.218.602 frá Velux Fonden til verkætlan við heitinum: "Nýtsla av heilivági hjá teimum elstu eldri borgarunum (90+) í Føroyum."

Endamálið við verkætlanini er millum annað at gera heilivágsgjøgnumgongd og at kanna teirra vitan um egnan heilivág, og gjøgnum samrøður við tey gomlu og avvarðandi fáa innlit í teirra royndir og ávirkan á egnan heilivág. Talan er um eina tvey ára verkætlan, sum fer í gongd so skjótt loyvir eru uppá pláss, og tá tað er ráðiligt, orsaka av korona.

Verkætlanin verður gjørd sum samstarv millum Sjúkrahúsverk Føroya, Fróðskaparsetrið, Landsapotekaran, Landsfelag Pensjónista, kommunusamstørvini, Kommunulæknafelagið, Heilsumálaráðið umframt professara Kaare Christensen frá Syddansk Universitet.

Meira kann lesast um verkætlanina her

Kelda: health.fo