Skriva út
Lagt út: 24.09.2010

Fanga grísin og fá hárið uppfrá! Skrá fyri Vísindavøkuna 24.9.

Tiltøk eru aftur á skránni í Vágsbotni, í Perluni og á søvnunum í dag.

Myndir frá fyrireikingunum og frá tiltakinum í gjár eru at finna á Facebook - bólkurin hjá okkum eitur Gransking.fo - Research.fo
 
Framløgur í Perluni - 20-30 min hvør
16.15 Malan Egholm, Fólkaheilsuráðið, og Pál Weihe, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu:
“MARK-kanningar (Motión, Alkohol, Royking, Kostur) – lívsstílur og heilsustøða hjá føroyingum”

17.00 Arnbjørn Dalsgarð, Landsbókasavnið:  “E-tilfeingi. Um samstarv millum Landsbókasavnið og aðrar vísinda-ligar stovnar um atgongd til elektróniskar vísindatænastur á alnetinum”

17.45 Nicolina Beder:  “Ymist um ull í Føroyum”

19.00 Bjarni Mikkelsen, Náttúrugripasavnið:  “Ferðing hjá hvali og kópi”

19.45 Uni Árting, Jarðfeingi: “Eyðafjallajøkull legði Evropa lamið, hvat hendir nú?”

20.30 Hans Andrias Sølvará, Søgu- og Samfelagsdeildin: “Gudfrøðistreymar og trúarligar vekingarrørslur í Føroyum og Íslandi”

Tiltøk í Vágsbotni
Kl. 16 – 21 Býarbókasavnið, Fornminnissavnið, Jarðfeingi, Landsbókasavnið, Landsskjalasavnið, Náttúrugripasavnið og Sjósavnið hava opið.

Kl. 16 – 19 Fólk frá First Lego League vísa fram og greiða frá. Kom og hygg og royn teg. Í hølunum hjá Granskingarráðnum.

Kl. 16 – 19 Fanga grísin og fá hárið uppfrá! Alis- og evnafrøðilærarar í Hoydølum gera sýnisroyndir og møguleiki er at royna okkurt eisini. Á Fiskasølutorginum.

Kl. 16 – 21 Framsýning av elektriskum burturkasti. Kommunala Brennistøðin og Umhvørvisstovan greiða frá týdninginum av at lutir, ið brúka streym ella battarí, verða burturbeindir, soleiðis at hetta ikki elvir til dálking av okkara umhvørvi. Á Fiskasølutorginum.

Kl.16 – 21 “Eygleið, tekna og gev víðari”. Teknikapping fyri børn 2-12 ár í samband við Savnsfagnaðin. Lat eyguni upp, ver forvitin. Heimurin er fullur av stuttligum lutum og merkisverdum tilburðum. Eygleið teir, tekna teir og gev teir víðari. Teknibásur í hølunum hjá Granskingarráðnum og á Barnabókasavninum.

Kl. 17 – 18 Gongutúrur á Tinganes har Rolf Guttesen vísir runt og greiðir frá “Sporum í Tinganesi”. Framsýning av myndum úr bókini á Fiskasølutorginum.

Kl. 17 - 19 Kanna tína konditión v.m. saman við Maluni Egholm, samskipara á MARK. Hølini hjá Granskingarráðnum.

Kl. 17 – 21 Fiskasuppa frá Birgiri Enni fæst til keyps á Fiskasølutorginum.

Kl. 17 – 20 Frá fjøðurpenni til teldu * skriftin fyrr og nú. Bæði skriftin og skriviamboðini eru broytt nógv gjøgnum tíðirnar. Landsskjalasavnið fer at vísa fram ymisk skjøl, sum vísa, hvussu skriftin hevur broytt seg. Royn eisini at skriva gamla skrift, við gomlum skriviamboðum, t.d. fjøðurpenni.

Kl. 20.30 Um viðrar, far so við stjørnufrøðingi og hygg og lær meira um stjørnuhimmal okkara. Vit hittast á Fiskasølutorginum í Vágsbotni.