Skriva út
Lagt út: 06.03.2023

Faknevndin fyri stuðli til gransking vitjar landsstýrismannin

Faknevndin fyri stuðli til gransking hevur verið á fundi við landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum Djóna Nolsøe Joensen. Faknevndin hevur ábyrgd av skipanini við stuðli til gransking sambært lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan sum kom í gildi 1. januar 2021.

Faknevndin, ið landsstýrismaðurin velur, hevur fimm limir, sum skulu vera granskarar ella vera granskingarkønir. Verandi nevndarlimir hava øll granskaraútbúgving (ph.d.). Faknevndin er tilnevnd fyri tíðarskeiðið 1. juli 2021 - 31. juli 2024.

Á fundinum nýtti faknevndin høvið til at greiða landsstýrismanninum frá um stuðulsskipanina og virksemi. Gott og áhugavert orðaskifti var um, hvørjir møguleikar, ynski og mál, faknevndin sær sum týdningarmikil at raðfesta á granskingarøkinum.

Faknevndin vísti eisini á týdningin av, at virksemið er skipað í grunni, sum kann fíggja verkætlanir yvir fleiri ár og á fakligu metingarskipanina, sum er við til at góðskutryggja og hækka dygdina á verkætlanum. Stuðulsskipanin til gransking hevur m.a. serliga havt stóran týdning fyri at seta nýggjar granskarar við. Til tess at seta ferð á føroyska gransking, og gera okkum meira galdandi altjóða, er tilmælið og framtíðar­vónirnar, at stuðulsjáttanin til gransking verður hækkað munandi beinanvegin og síðani við eitt nú 10% árliga fram til 2030.

"Eg fegnist um góða virksemi hjá faknevndini fyri stuðli til gransking til frama fyri at menna og dugna alt føroyska samfelagið. Sum landsstýrismaður í granskingarmálum fari eg at gera mítt til, at almenni stuðulin til gransking so líðandi og miðvíst kann hækka”, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Á myndini: Jana Ólavsdóttir, nevndarlimur; Marin Strøm, nevndarlimur; Bogi Bech Jensen, formaður; Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálaráðnum; Jákup Reinert Hansen, nevndarlimur og Petur Steingrund, nevndarlimur.