Skriva út
Lagt út: 09.07.2021

Faknevnd fyri stuðli til gransking tilnevnd

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur tilnevnt faknevnd fyri stuðli til gransking fyri komandi trý árini.

Í faknevndini sita

- Bogi Bech Jensen, formaður, ph.d. í verkfrøði
- Jákup Reinert Hansen, ph.d. í gudfrøði
- Jana Ólavsdóttir, ph.d. í jarðfrøði
- Marin Strøm, ph.d. í heilsuvísindi
- Petur Steingrund, dr.philos. í fiskifrøði

Faknevndin er sett sambært kunngerð um stuðul til gransking við heimild í lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan. Lógin kom í gildi 1. januar 2021.

Hon kemur í staðin fyri Granskingarnevndina, sum áður hevur stjórnað Granskingarráðnum og tikið støðu til stuðul.

Í faknevndini sita 5 limir, sum antin eru granskarar ella granskingarkøn. Hesi verða vald við avgerð frá landsstýrismanninum. Limirnir verða tilnevndir fyri 3 ár og kunnu ikki sita í nevndini longri enn tvey fylgjandi skeið.

Faknevndin stjórnar stuðulsskipanini til gransking og hevur evstu ábyrgd av at játta stuðul.

Faknevndin er farin undir arbeiðið at viðgera umsóknir um stuðul, sum komu til freistina í vár. Umsøkjarar fáa svar áðrenn 1. september 2021.

Á myndini frá vinstru: Petur Steingrund, Marin Strøm, Bogi Bech Jensen, Jana Ólavsdóttir og Jákup Reinert Hansen
(c) Granskingarráðið

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.