Skriva út
Lagt út: 28.05.2014

Faknevnd fyri Sjúkrakassafæið tilnevnd

Granskingarnevndin gjørdi á fundi mánadagin 26. mai av at tilnevna faknevndina, sum skal ráðgeva í sambandi við útluting av stuðli úr Sjúkrakassagrunninum. Tilnevningin varð gjørd eftir innstilling frá fyrisiting Granskingarráðsins.

Nýggja nevndin er sett soleiðis saman – nevnd í stavrað:

Aibritt á Plógv
Erland Viberg Joensen
Mogens Eriksen
Shahin Gaini
Turid Horn

Varafólk eru Jaspur Petersen og Sonja J. Jógvansdóttir.

Tað vóru partarnir, sum varaðu av Sjúkrakassagrunninum, sum eftir áheitan gjørdu uppskot til limir í faknevndina. Tey sum komu vóru boðin at senda uppskot inn vóru: Sjúklingaráðið, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, Landsfelag Pensjónista, Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, Fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum, Heilsumálaráðið og Umboð vegna Meginfelag Sjúkrakassa Føroya

Í samansetingini av nevndini er dentur lagdur á, at limirnir umboða ymsu partarnar, sum varaðu av Sjúkrakassagrunninum, og at teir hava fjøltáttaðar fakligar førleikar. Dentur hevur haraftrat verið lagdur á at seta saman eina nevnd, har limirnir samanlagt hava gott innlit í heilsugransking og – menning og strategiska týdningin av menning av heilsuøkinum.

Limirnir eru kunnaðir um tilnevningina í dag og bodnir til fyrsta fundin týsdagin 10. juni, har tey skulu skipa seg og fara undir arbeiði at lýsa stuðul leysan á høvuðsøki 1 og 2.

Á gransking.fo er neyvari kunning um Sjúkrakassafæið, tey trý høvusøkini, sum stuðul verður latin á, um faknevndina og um ognina í Magnus Heinasonar gøtu 20.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.