Skriva út
Lagt út: 28.11.2008

Fakligur kjakfundur: '2012 MarineTargets'

Ein europeiskur kjakfundur við heitinum '2012 MarineTargets: European marine strategy and issues in the high seas’ verður hildin í Brest, Fraklandi, í døgunum 9. til11. desember.

Við støði í yvirskipaðu rammunum (Marine Strategy Framework Directive) í ES hava ES limalondini bundið seg til at meta um og varðveita havumhvørvið. Málið er at náa eina ‘góða umhvørvisstøðu’ í havumhvørvinum innan 2020. Tí er neyðugt at greina hvat tað merkir at hava eina góða umhvørvisstøðu longu í 2012.

Eitt av evnunum á fundinum eru stóru havøkini, sum liggja uttanfyri 200 fjórðingamarkið, og harvið uttan fyri ríkisrætt. Hesi øki svara til 64% av samlaðu heimshøvum. Millum tey mongu átrokandi umrøðuevnini, sum knýta seg at hesum havøkinum eru búskaparlig-, rættarlig- og umhvørvislig evni.

Fundurin, sum er liður í at Frakland í løtuni hevur formannskapin í ES, er ætlaður myndugleikum á embætisstigi, altjóða felagsskapum, granskingarstovnum, fiskifelagsskapum og øðrum sum eru áhugaði.

Lesi meir um tiltakið