Skriva út
Lagt út: 13.05.2008

Færri næmingar roykja á skúlum við roykibanni

Ein nýggj donsk Ph.D. verkætlan skjalprógvar, at roykibann er munandi betri amboð enn høgir prísir á sigarettum til at fáa 13 til 15 ára gomul at roykja minni.

Hvat kann gerast fyri at fáa tey ungu millum 13 og 15 ár at halda seg frá at roykja? Tað hava læknar, foreldur og myndugleikar kjakst dúgliga um í nógv ár. Kjakast hevur serliga verið um, hvørt prísurin á sigarettum átti at verið hækkaður ella um roykibann heldur átti at verið sett.

Svarið er: Set fullkomið roykibann. Hetta vísir ein umfatandi kanning, sum Christina Warrer Schnohr, Ph.D. lesandi á Institut for Folkesundhedsvidenskab á Københavns Universiteti hevur gjørt. Hon hevur greinað, hvør samanhangur er millum prís- og lóggávupolitikk og roykivanar hjá ungum millum 13 og 15 ár.

Les meira um hesa verkætlanina og fleiri onnur spennandi og viðkomandi granskningarúrslit á nýggja danska portalinum www.videnskab.dk

Donsku granskingarráðini, universitetini, granskingarstovnarnir og onnur hava í felag savnað orku til at miðla gransking og granskingarúrslit til almenningin. Eisini hini norðurlondini hava síður á hesum slag. Slóðir eru at finna her.