Skriva út
Lagt út: 22.07.2008

Færri dreingir orsakað av PCB


Evnið PCB, sum órógvar hormonirni, førdi til eitt ójavnt kynsbýti í 1960unum, vísir amerikonsk gransking, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Environmental Health. Danskir og føroyskir granskarar kanna í løtuni, um tað sama ger seg galdandi í dag, 3 áratíggu eftir at hetta skaðiliga evnið varð forbjóðað í vesturheimunum. Hetta skrivar portalurin videnskab.dk

Í greinini verður m.a. greitt frá granskingini hjá Pál Weihe o.ø. á deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu, sum fer fram í samstarvi við Phillipe Grandjean og Tina Kold Jensen.

Les alla greinina á videnskab.dk