Skriva út
Lagt út: 15.06.2012

Eydna í Homrum vart ph.d. á Fróðskaparsetrinum

Fríggjadagin 15. juni vardi Eydna í Homrum ph.d. ritgerð sína "The Effects of Climate and Ocean Currents on Faroe Saithe". Ritgerðin viðger ávirkan av klima og havstreymum á føroyska upsastovnin.

Verkætlanin er partur av verkætlanini ”Marine Climate and Ecosystem around the Faroes”, sum er fíggjað av donsku stjórnini. Granskingin er gjørd á Havstovuni, og Eydna var innskrivað til Ph.D.-lestur á Fróðskaparsetrinum. Vegleiðarar vóru Bogi Hansen, Petur Steingrund og Hjálmar Hátún, sum allir starvast á Havstovuni.

Í metingarnevndini vóru:
Karin Margretha Húsgarð Larsen, ph.d., Havstovan, forkvinna,
Peter Grønkjær, ph.d., Institut for Bioscience, Marin Økologi við Aarhus Universitet og
Irene Huse, dr.scient., frá Havforskningsinstituttet í Bergen, Norge.

Les um Eydnu í Homrum í Heilagrunninum

Samandráttur av ritgerðini

Upsi verður fiskaður víða um í Norðuratlantshavinum, og her við Føroyar hevur upsin seinnu árini landsbúskaparliga havt minst líka stóran týdning sum toskurin, sum annars søguliga hevur verið tann botnfiskurin, sum hevur havt størst týdning fyri føroyingar. Árligu landingarnar av upsa hava ligið millum 20 og 60 túsund tons síðstu hálvu øldina, og sveiggini í landingum spegla í stóran mun, at upsastovnsstøddin er skiftandi. Síðan sekstiárini hevur Havstovan gjørt stovnsmetingar av upsa, og í hesum tíðarskeiði er stovnsstøddin vaksin og minkað í trimum tíðarskeiðum, sum vara eini 20 ár hvørt. Seinnu árini hevur nógv verið granskað í sambandinum millum umhvørvi og fiskastovnar, og til dømis hevur verið ávíst, at gróðurin á innaru økjunum á Landgrunninum stýrir bæði tilgongd og vøkstri hjá toski og hýsu. Eisini er funnið út av, at svartkjaftastovnurin í stóran mun verður ávirkaður av fysiskum broytingum í havstreymunum kring okkum – tann sonevndi subpolari meldurin.

Upsastovnsstøddin vísir eitt tíðarmynstur, sum líkist nógv gongdini í subpolara meldrinum, og henda verkætlan varð sett í gongd til tess at kanna, um vit kunnu finna nøkur sambond millum fysiska umhvørvið og lívfrøðina hjá upsa undir Føroyum.

Høvuðsúrslit:
Upsi gýtir í februar-marts mánaði eystanfyri. Vøksturin fyri kvenn- og kallfiskar líkist nógv, men kvennfiskar kynsbúnast eitt ár seinni enn kallfiskar. Helvtin av kvennfiskunum er kynsbúgvin, tá upsin er um 6 ára aldur. Tá eru kvennfiskarnar um 60 cm til longdar. Høvuðsføðin hjá føroyskum upsa er svartkjaftur, hvítingsbróðir, krill og nebbasild. Fyri ungan upsa eru hvítingsbróðir, nebbasild og krill týdningarmest, meðan svartkjafturin fær størri týdning, sum upsin veksur og flytur longri út á Landgrunnin.

Tilgongdin av trý ára gomlum upsa til stovnin er knýtt at gróðrinum inni á Landgrunninum, men sterkari samband varð funnið millum upsatilgongd og nøgdina av nebbasilda- og hvítingsbróðuryngli í junimánaði í árunum undan tilgongdini, tvs tá seiðurin var 1-2 ára gamal. Hinvegin var eisini eitt veikt samband funnið millum tilgongd og heitari umstøður í ytru økjunum á Landgrunninum, tá subpolari meldurin er lítil. Ábendingar eru um, at ein javnvág á føroyska landgrunninum er broytt síðan mitt í farnu øld. Áðrenn 1970 vóru toska- og hýsustovnarnir lutfalsliga nógv størri samanborið við upsastovnin, og nebbasild var tá týðandi partur av føðini hjá toski øll árini. Seinnu árini er upsastovnurin vorðin væl størri, og nebbasild er nú einans vanlig toskaføði fá ár á rað. Samlaða náttúrliga framleiðslan av toski, hýsu og upsa tykist tó fylgja væl gróðrinum, sum er á teimum innaru økjunum á Landgrunninum. Hetta bendir á, at sambandið millum tilgongd hjá upsa og subpolara meldurin (umstøður á ytru leiðum á Landgrunninum) ikki er veruligt, og at gróðurin í innaru økjunum á Landgrunninum hevur størri týdning fyri tilgongdina hjá upsa.

Samstundis sum upsastovnurin er skiftandi í stødd, so vera einstøku fiskarnir smærri, tá upsastovnurin er stórur. Greiðar ábendingar eru um, at talan er um tættleikatengdan vøkstur, serliga fyri 3-6 ára gamlan upsa, soleiðis at talið av upsa er avgerandi fyri, hvussu stórir einstøku fiskarnir verða. Fyri elsta fiskin var vøksturin tó óávirkaður av stovnsstødd.
Upsi er ferðandi fiskur, men merkingarroyndir av upsa í eystara parti av Norðuratlantshavi vísa, at munur er á ferðingini hjá upsa í kanningarøkjunum. T.d. verður sera lítil útferðing funnin úr íslendskum øki (minni enn 1%), meðan eini 40% av vaksna føroyska upsanum verða fingin aftur uttan fyri føroyskt øki – størri parturin í íslendskum sjógvi. Vaksin upsi, merktur í Noregi, varð afturfingin uttan fyri europeiska landgrunnin í 7% av førunum. Upsi ferðast longri, jú størri hann er, upp til eina stødd á umleið 60 cm; tá upsin er størri enn 60 cm heldur ferðingin sær á sama støði.

Tá upsi er 5-7 ára gamal, byrja størstu upsarnir í hvørjum aldursbólki eitt árligt ferðingarmynstur. Í gýtingartíðini finnast allir støddarbólkar saman, men móti sumri fækkast størstu fiskarnir í hesum aldursbólkum. Longdin, har henda fráferðing byrjar at síggjast, svarar til longdina, tá upsin byrjar at verða kynsbúgvin, og tí kann hugsast, at her er talan um eina árliga ferðing millum gýtingarøki um veturin og føðiøki um summarið. Hesar niðurstøðurnar um árliga ferðing, sum eru grundaðar á broytingar í longdarbýtunum, verða stuðlaðar av gomlum merkingarroyndum. Merkingarroyndirnar vísa, at upsi, sum er merktur á Landgrunninum, ofta verður afturfingin í Íslandi um summarið, meðan bara fáir fiskar verða afturfingnir í Íslandi í gýtingartíðini.

Eitt modell var roynt, til at gera eina stovnsmeting av upsa, sum tók atlit til ferðing (vanligar stovnsmetingar taka ikki atlit til ferðing). Stovnsmetingin vísti, at gongdin í stovnsstøddini og fiskideyðanum frá vanligu stovnsmetingunum neyvan ávirkast nógv av ferðing, men at nøgdirnar og fiskitrýstið tó verða undirmett nakað.

Niðurstøður
Betraðu umstøðurnar, sum eru í okkara øki, tá subpolari meldurin viknar, vóru upprunaliga væntaðar at vera atvoldin til, at upsastovnurin økist júst tá. Sum verkætlanin er liðin, hava vit ikki funnið nógvan stuðul til hesa hypotesu – tó so, øktu nøgdirnar av svartkjafti, tá meldurin er veikur, eru vaksna upsanum til gagns. Tað er heldur gróðurin í innaru økjunum á Landgrunninum, sum hevur størstu ávirkan á føroyska upsan. Tá gróðurin er góður, økist tilgongdin til upsastovnin. Tá stovnurin so økist, vaksa einstøku fiskarnir seinni, og hetta ávirkar aftur ferðingarmynstrið. Tó at vit enn ikki kenna smálutirnar, týðir nógv soleiðis á, at skiftandi veðurlag gjøgnum gróður hevur stóra ávirkan á føroyska upsan.

Eisini er staðfest ein munandi ferðing hjá stórum upsa úr føroyskum øki. Henda ferðing kollveltir tó ikki niðurstøðurnar frá vanligu stovnsmetingunum, har tað ikki verður roknað við nakrari ferðing.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.