Skriva út
Lagt út: 27.01.2021

Evropeisk gransking, menning og nýskapan 2021-2027

Nú byrjar næsta sjey ára skeiðið við evropeiskari gransking, menning og nýskapan. Í komandi viku verður Portugal vertur fyri tiltaki, har sjóneykan verður sett á stóru skránna hjá ES-kommisjónini, Horizon Europe. Tiltakið er partur av formansskapinum hjá Portugal.

ES-kommisjónin fer at greiða frá yvirskipaðu kørmunum viðvíkjandi “public private partnerships”, um “European Institue for Innovation and Technology” (EIT) og hvussu parturin “Missions” verður skipaður.

Tað eru enn fleiri partar av Horizon Europe, sum eru í stoypiskeiðini, hóast ætlanin var, at alt skuldi verða klárt, tá ið farið var um 1. januar 2021. Støðan við koronu seinkar tilgongdini og samráðingarnar um Brexit hava ikki gjørt tað lættari at semjast um fíggjarætlanina.

Horizon Europe kemur í staðin fyri Horizon 2020 og verður í nógvar mátar øðrvísi, men tað eru partar, sum kunnu samanberast.

Arbeiðsskráirnar, “Work Programmes”, verða skipaðar á sama hátt, sum undanfarin ár við tvey til trý ára skeiðum við útboðum og møguleikum. Arbeiðsskráirnar verða tilevnaðar og viðgjørdar saman við serfrøðingum. Tær byggja á innleiðandi kanningar og semjur, sum eru gjørdar um Horizon Europe, umframt á altjóða visjónir og málsetningar, sum skulu bera Evropa inn í framtíðina.

Arbeiðsskráirnar eru ikki klárar enn, men skulu eftir ætlan almannakunngerast í mars ella apríl. Fyri Føroyar er neyðugt at hava avtalu um atlimaskap, áðrenn innlit fæst í arbeiðskjølini við innihaldinum í “Work Programmes”. Innleiðandi samráðingar eru millum Føroyar og ES um atlimaskap og ein avtala væntast seinni í ár.

Tað eru umboð fyri limalondini í ES, sum arbeiða við arbeiðsskráunum.Tí eru tað nógv fólk, sum hava atgongd til “Work Programmes”. Science Business ber tíðindi um, at um leitað verður væl, so ber til at finna útkast til hesi á ymsum heimasíðunum í Evropa. Tað verður eisini leinkjað til hesi skjøl.

Les meira um Horizon Europe í Science Business her