Skriva út
Lagt út: 14.02.2020

Evropa hevur sett eina grøna ætlan á breddan

Grøna ætlanin hjá ES kommissiónini skal gera Evropa førandi sum fyrsti heimsparturin, sum útjavnar vakstrarhúsútlátið. Málið skal verða nátt í 2050 og avleiðingin skal verða búskaparvøkstur og bøtt livikor. Ætlanin er stór og umfatandi og nevnist "the European Green Deal" 

“The European Green Deal” er aftursvarið hjá Evropasamveldinum til veðurlags- og umhvørvisavbjóðingarnar. Talan er um nýggja vakstrarætlan, sum hevur sum mál at venda kósini hjá Evropa til eitt blómandi samfelag við nýmótans, orkuvinarligum og kappingarførum búskapi uttan netto vakstrarhús útlát í 2050. Umhvørvið og fólkaheilsa skulu verjast og miðjað verður eftir, at búskaparvøksturin verður tíggjufaldur.

“The Sustainable Europe Investment Plan” er íløgusúlan undir “the European Green Deal”. Eitt burðardygt Evropa hevur brúk fyri munandi íløgum í øllum pørtum av búskapinum, serliga fyri at náa 2030 málunum á veðurlags- og orkuøkinum. ES kommissiónin hevur harumframt sett sær fyri at meta um møguleikan fyri at seta enn størri mál enn tey, sum eru í Paris avtaluni og tað krevur fíggjarligar íløgur. 

Minst 35% av fíggjarætlanini fyri nýggju rammuskránna hjá ES, Horizon Europe galdandi frá 2021-2027, verður eftir ætlan sett av sum stuðul til verkætlanir, sum viðgera veðurlagsspurningin og ringbúskapin. Harumframt verða útboð í Horizon 2020 fyrireikað, sum fara at snúgva seg um Green Deal raðfestingar. Hesi útboð verða almannakunngjørd í næstum og lata upp í summar.

Sjey økir eru raðfest í samlaðu grønu ætlanini. Talan er um orkuframleiðslu, burðardygga vinnu, nýbygningar og umvælingar av bygningum, ferðslu, lívfrøðiligt margfeldi, føðsluskipanir og dálking.

Les meira um grønu ætlanina og tey sjey raðfestu økini, sum leggja lunnar undir "the European Green Deal" her

Burðardygga evropeiska íløguætlanin kann lesast her