Skriva út
Lagt út: 15.07.2012

Evnafrøðislig persónligheit

Varin og stillur ella sjálvsikkur og ósmæðin? Granskarar meta, at persónligheitin hjá børnum kann vera knýtt at evnafrøðisligum ávirkanum hjá kroppinum til strongd.

Børn ávirkast eisini ymiskt av nýggjum støðum, eins og vaksin. Summi eru ”dúgvur,” varin og eftirlátlig, meðan onnur eru ”heykar,” djørv og ágangandi.

Bretskir granskarar siga, at frávikini vísa á evnafrøðisligar ávirkanir hjá teimum ymisku børnunum. Hesi bæði mynstrini í atburðinum kunnu knýtast saman við øvuta hormonella atburðinum til strongd.

Hetta merikir sostatt, at tú ikki kanst arbeiða við bert einum sunnum atburði, sum tað oftast verður gjørt í dag innan sálarfrøðinina, sigur Melissa Sturge-Apple og Patrick Davies frá University of Rochester.

- Tá talan er um sunnan sálarføðisligan atburð, er ”one size fits all” ikki galdandi. Hesi úrslit geva okkum innlit í hvussu grundleggjandi atferðsmynstur eru knýtt at evnafrøðisligum mynstrum, sigur Melissa Sturge-Apple.

Dúgvur og heykar
Granskararnir kannaðu atburðsmynstrini við at kanna 201 smábørn frá familjum, ið eru við skerdan lut, men kortini hava sama samfelagsligt- og fíggjarligt bakstøði. Spurnarbløðini avdúkaðu aggressiónsstøði millum foreldrini.

Fyri at staðfesta dúgvu- og heykaatburð, kannaðu granskararnir hvussu børnini ávirkaðust av nýggjum støðum.

Vanliga dúgvan vil eitt nú leita til mammuna, gráta ella stívna, tá hon møtir tí ókenda, meðan heykurin óttarleysur kannar nýggj støður og umhvørvir.

Granskararnir settu eisini børnini í minni strongdar støður. Granskararnir eftirgjørdu eina telefonósemju millum foreldrini.Endamálið var at máta stresshormon í kroppinum hjá børnunum.

Kanningin vísti, at evnafrøðin var ymisk hjá børnum, ið komu frá familjum, har foreldrini ofta skeldaðust illa.

Dúgvurnar í hesum bólki høvdu eitt nógv hægri støði av hormoninum kortisol, sum verður hildið at økja um vibrekni til strongdarkenslu.

Hjá heykunum minkaði mongdin av kortisolinum nakað, og tað minkar helst um kensluna av ræðslu og ótta.

Tillagingar
Granskararnir meta talan kann vera um arvalig atferðsmynstur.

- Ymiskar reaktiónir – bæði innan atburð og evnafrøðisligar atferðir – kunnu vera eitt evolutiónrespons til strongd. Hesar likamsligu reaktiónirnar kunnu hava givið forfedrum okkara betri tillagingar til at yvirliva, sigur Patrick Davies frá University of Rochester.

- Eitt nú kann eftirlíkheitin hjá eini dúgvu hóska betur til avbjóðandi familjuviðurskiftir, meðan ágangur hjá heykinum kann verða ein fyrimunur í summum avbjóðandi familjuviðurskiftum.
Sostatt er ikki talan um, hvørt onnur strategiin er betur enn hin. Granskararnir siga tvørtur ímóti, at báðar strategiirnar hava fyrimunir og vansar.

Høga kortisolsstøði hjá dúgvunum gav børninum minni vanda fyri trot á uppmerksomheit, men kortisolstøði gjørdi, at barni sum frálíður var í størri vanda fyri at fáa angist og tunglyndi.

Lága kortisolstøði hjá heykunum hevði ikki við sær angist trupulleikar, men gav tedens til vágaatburð,atferðarórógv og trot á uppmerksomheit.


Kelda: Forskning.no