Skriva út
Lagt út: 06.06.2011

Europeisk vinnugransking í Vinnuhúsinum


15. juni kl. 14.30 skipa Vinnuhúsið og Granskingarráðið fyri kunningarfundi um verkætlanar- og stuðulsmøguleikar í sjeyndu rammuskránni hjá ES við serligum atliti til føroyskum fyritøkum.

Sjeynda rammuskráin leggur stóran dent á at stuðla og eggja vinnuligari luttøku í europeiska granskingar- og menningarsamstarvinum. Málið er, at umleið 20% av peninginum, sum verður latin úr rammuskránni skal fara til smáar og miðalstórar (SME) fyritøkur.

Á fundinum verður kunnað um møguleikarnar hjá føroyskum fyritøkum at luttaka í europeiskum granskingar – og menningarsamstarvi innan hesi øki øki: matvøru, fiskivinnu og biotøkni; umhvørvi og veðurlagsbroytingar; KST; og heilsa.

Harafturat verður eisini møguleiki at hoyra um serstøku skránna sum er fyri SME: research for the benefit for SMEs.

Fundurin verður hildin í Vinnuhúsinum og er ætlaður fyritøkum, ið arbeiða við gransking og menning og sum kundu hugsað sær at hoyrt nærri um reglur, krøv og møguleikar í europeiska samstarvinum.

Skrá:

  • John D. Olsen: Vælkomin og SME skráin

  • Maria Skaalum: heilsugransking

  • Maria Dam: umhvørvi og veðurlagsbroytingar

  • Jonhard Eysturskarð: matvøra, fiskivinna og biotøkni

  • Hannes Gislason: KST

  • John D. Olsen: flytførisskipanin, Marie Curie (People)